Fótbóltur

TB hevur mest at spæla fyri í kvøld

Víkingur vitjar í Trongisvági, og EB/Streymur tekur ímóti ÍF.

Tað endaði 0-0, seinast TB og Víkingur hittust (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað endaði 0-0, seinast TB og Víkingur hittust (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-28 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Av teimum fýra liðunum ið spæla í kvøld, er tað uttan iva TB, ið hevur mest tørv á stigum. TB vann ein sera týdningarmiklan sigur sunnudagin, tá Skála vitjaði, men er framvegis ikki langt brutur frá 9. plássinum, ið hevur við sær, at man skal møta næstfremsta liðnum í 1. deild, sum kann flyta upp.

Um Víkingur tó megnar at fáa øll trý stigini við sær, so er liðið bert trý stig aftanfyri NSÍ og fimm aftanfyri B36 - tó við ávíkavist einum og tveimum dystum fleiri. Tá Víkingur og TB spældu í 5. umfar í Sarpugerði endaði tað óvæntað við málleysum javnleiki, og hetta er ein av orsøkunum til, at Víkingur er so at siga úti av Evropa-stríððnum.

Við Margáir er tað á ein hátt ein dystur um 6. plássið. EB/Streymur hevur vunnið lykladystirnar seinastu umførini - móti TB og AB - og kann nú hyggja uppeftir. Um heimaliðið í kvøld vinnur sín triðja dyst á rað verður bert eitt stig á muni millum EB/Streym og ÍF, ið er í einari ringari gongd. Fuglfirðingar hava tó staðið seg væl ímóti niðaru liðunum og vann 2-1, tá EB/Streymur vitjaði í Fuglafirði 2. juni.

18. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 28.08

18.30: TB - Víkingur
19.00: EB/Streymur - ÍF

Fylg gongdini á forsíðu okkara. Dystirnir kunnu síggjast í Televarpinum

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 29 stig (17 dystir) 
6. ÍF 20 stig (17 dystir)
7. EB/Streymur 16 stig (17 dystir) 
8. TB 10 stig (17 dystir) 
9. AB 7 stig (18 dystir) 
10. Skála 2 stig (17 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder