Svenski spælarin Ken Fagerberg er ikki longur av Betrideildar-hópinum hjá TB.
Tvøroyrar Bóltfelag skrivar í stuttorðaðu boðum á heimasíðuni í dag, at báðir partar vóru samdir um at enda samstarvið.
Ken Fagerberg, sum kom til TB í fjør, hevur bert spælt tveir dystir í ár. Í fjør spældi hann tíggju dystir.
Fagerberg kom til Føroyar í 2017 at spæla við 07Vestur har hann var hálvtriðja leikár. Á sumri í fjør flutti hann frá 07 Vestur 1. deild fyri at spæla betrideildarfótbólt fyri TB.
Ken Fagerberg er 31 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum professionellur fótbóltsspælari, eitt nú fyri Örgryte, FC Midtjylland, AC Horsens, Viborg FF og Assyriska FF.
Les eisini á hvat.fo: Kom í hóslag við kriminella umhvørvið í Svøríki
Les eisini á Ekstrabladet: Var Superligaens dyreste teenager: Nu er han muslim på Færøerne
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald