Fótbóltur

TB vann greitt á Argjum - Sølvi og Finnur syrgdu fyri dramatiskum Víkinga-sigri

TB var á odda 2-0, tá 11 minuttir vóru leiktir og er nú seks stig frá AB. EB/Streymur var tvær ferðir á odda í Steymnesi, men Jóhan Petur Poulsen fekk ein sigur í sínum fyrsta dysti.

Finnur Justinussen avgjørdi fyri Víking í Streymnesi - Adeshina Lawal og AB gjørdu einki við TB (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Finnur Justinussen avgjørdi fyri Víking í Streymnesi - Adeshina Lawal og AB gjørdu einki við TB (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-13 17:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15.00.

Beint eftir klokkan 15 var 1-0 á Argjum. Tveir teir nýggjastu leikararnir hjá TB vóru til reiðar, tá ein langur bóltur kom inn í brotsteigin hjá AB. Danin Mark Kongstedt legði bóltin við høvdinum til rættis fyri serbiska áleyparanum Filip Obadovic. Tíggju minuttir seinni fekk TB fríspark stutt uttanfyri brotsteigin, og tað setti Poul Ingason væl í málið. 

Útiliðið var omaná á Argjum og hevði onkrar møguleikar at økja til 3-0, áðrenn Obadovic í seinna hálvleiki gjørdi tað til 3-0 eftir gott innlegg úr høgru. Triðja málið í fýra dystum hjá høga áleyparanum, og sigurin var fult uppiborin. Hann ger, at TB nú er seks stig frammanfyri AB, sum er á plássinum ið gevur ein upp- og niðurflytingardyst. Í roynd og veru er helst talan um sjey stig, tí TB hevur eina málúrttøku, ið er 30 mál betri. AB skal hugsavna seg um at halda Skála aftanfyri seg.

[object Object]
Niklas Kruse skoraði til 1-0 fyri EB/Streym. TB, framvegis uttan Musah Armah, vann 3-0 á Argjum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Streymnesi var heimaliðið omaná í 1. hálvleiki og legði seg á odda stutt fyri hálvleik, tá Mikkjal Hellisá fekk høvdið á eitt hornaspark, og í málteiginum beindi Niklas Kruse bóltin í málið. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik koyrdi Árni G. Olsen Jákup Johansen umkoll í brotsteignum. Tað umsetti Sølvi Vatnhamar sera trygt. EB/Streymur svaraði tó væl aftur og kom skjótt á odda aftur. Brøðurnir Ròi Olsen og Bárður Olsen spældu væl á sentra miðvøllinum hjá EB/Streymi í dag, og Rói skoraði til 2-1 við sera góðum skoti nakað uttanfyri brotsteignum, eftir at Bárður hevði lagt bóltin til rættis fyri honum.

Tá tíggju minuttir vóru eftir, fekk Árni sítt seinna gula kort, tá hann støgðaði einum gjøgnumbroti frá Sølva í vinstru síðu hjá Vìkingi. 10'arin hjá Víkingi legði innleggið sera væl innfyri, og Finnur Justinussen stýrdi bóltin víðari inn í málið til 2-2. EB/Streymur royndi nú í undirtali at halda fast, men tað eydnaðist ikki. Ístaðin gjørdist talan um trý stig til Jóhan Petur Poulsen í fyrstu royndini sum høvuðsvenjari í besu deildini. Tað gjørdist veruleiki, eftir at Sølvi varð sendur avstað og legði  hart, flatt og væl inn til Finn ið avgjørdi dystin. Hetta merkir, at Vìkingur í løtuni bert er trý stig frá 3. plássinum.


19. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 13/9
15.00: AB - TB
1' Filip Obadovic 0-1
11' Poul Ingason 0-2
57' Filip Obadovic 0-3

EB/Streymur - Víkingur 3-2 (
38' Niklas Kruse 1-0
56' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1
62' Rói Olsen 2-1
82' Finnur Justinussen 2-2
94' Finnur Justinussen 3-2


Týsdagin 15/9
Skála - KÍ


Støðan í Betrideildini
1. HB 46 stig (18 dystir)
2. KÍ 44 stig (18 dystir)
3. NSÍ 38 stig (18 dystir)
4. B36 37 stig *
5Víkingur 35 stig ** 
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig **
8. TB 13 stig **
9. AB 7 stig **
10. Skála 2 stig *

*Ein dyst færri 
** Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder