Hondbóltur

Team Klaksvík hevði trupulleikar av teimum næstbestu hjá H71

Hoyvíkingar vóru á odda stóran part av steypadystinum í gjárkvøldið, men heimaliðið avgjørdi dystin seinastu sjey minuttirnar og hava harvið framvegis møguleika at koma til hálvfinalurnar.

Vuk Stevanovic skoraði átta mál í sigrinum hjá Team Klaksvík í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vuk Stevanovic skoraði átta mál í sigrinum hjá Team Klaksvík í gjárkvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-29 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Team Klaksvík skuldi í gjár vinna fyri at halda sær á lívi í steypakappingini. Um tað var tað trýstið, ella um klaksvíkingar høvdu undirmett uppgávuna móti H71 2, skal ikki verða sagt, men Team Klaksvík hevði íhvussu er trupulleikar við at fáa sigurin í hús.

Í fyrra hálvleiki var ógvuliga javnt, og tað vóru hoyvíkingar, ið við tveimum málum í seinastu minuttunum fóru til hálvleiks við einari tvey-máls leiðslu. Tað var Mark Marcher, ið stýrdi spælinum hjá H71 væl, og Sigmundur Nolsøe á strikuni var torførurur at halda - hann fekk átta mál samanlagt.

Tíðliga í 2. hálveiki kom leiðslan upp á fýra mál, og um miðjan hálvleik var H71 á odda 25-22. Men so gjørdist alsamt truplari hjá útiliðnum at fáa mál, samstundis sum málini raplaðu inn. Team Klaksvík skoraði 15 ferðir, og frá tí at heimaliðið kom á odda 29-28 í 23. minutti varð sigurin koyrdur trygt heim. 

Um KÍF sum væntað vinnur á H71 2 í seinasta umfarinum, so skal Team Klaksvík vinna greitt í Hoyvík - hetta fyri at vera sterkari enn H71 í innanhýsis málúrttøku. Kravið er ein fimm-máls sigur. Ein sigur á fýra mál er nóg mikið, um liðið úr Klaksvík skorar minst 30 ferðir í Hoyvíksvøllini mikukvøldið. 

Faxe Kondi Kappingin - menn
Hósdagin 28.01 - Klaksvíkar Badmintonhøll

Team Klaksvík - H71 2 37-30 (16-18)
Toppskjúttar: Valentino Valentakovic 10 mál, Vuk Stevanovic 8 mál, Signundur Nolsøe 8 mál

Støðan í bólki 1 eftir tvey umfør: 
H71 4 stig 
KÍF 2 stig 
Team Klaksvík 2 stig
H71 2 0 stig

Seinasta umfar:
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 H71 – Team Klaksvík
Mikudagur 03.02.21 kl. 20.00 KÍF – H71 2


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder