Hondbóltur

Team Klaksvík liggur í løtuni til pláss í endaspælinum

Í gjárkvøldið varð talan um sigur í lykladysti í Høllini á Hálsi móti Kyndli, ið nú er so at siga er úti av topp-fýra stríðnum.

Vuk Stevanovic gjørdist toppskjútti í dystinum móti Kyndli í gjár (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)

Vuk Stevanovic gjørdist toppskjútti í dystinum móti Kyndli í gjár (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)

2022-02-17 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Burn-deildin hjá monnum fór í gongd aftur í gjárkvøldið við týðandi dysti í stríðnum um fjórða plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar.

Kyndil kundi av álvara melda seg inn við sigri og var eisini á odda eftir ógvuliga málfátækan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki kom tó meira gongd á málskjótingina, og serliga hjá Team Klaksvík. Útiliðið uppbygdi sær eina leiðslu og vann við trimum málum.

Klaksvíkingar byrjaðu kappingarárið heilt væl men hava síðani havt nakrar tungar mánaðir. Við sigrinum í gjár er liðið tó nú á fjórða plássið - javnt í stigum við StÍF men við greitt betri málúrttøku. Neistin er trý stig aftanfyri Team Klaksvík og StÍF, men liðið, sum er í steypafinaluni, hevur leikt tveir dystir færri enn Team Klaksvík og StÍF. Kyndil hevur, eins og Neistin, átta stig men hevur fleiri dystir enn øll hini. 

Tey flestu liðini í Burn-deildini hava fýra dystir eftir.

Burn-deildin 
Mikudagin 16.02

Kyndil - Team Klaksvík 21-24 (9-8)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 9, Kristoffur Bjørgvin 6, 

Stríðið um topp-fýra: 
4. Team Klaksvík 11 stig (14 dystir)
5. StÍF 11 stig (14 dystir)
6. Neistin 8 stig (12 dystir)
7. Kyndil 8 stig (15 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder