H71 hevur eitt yngri lið enn undanfarin ár, men hevði undan dystinum í Klaksvík í dag vunnið báðar sínar dystir. Tí var tað sera óvæntað, at heimaliðið vann sær bæði stigini í dag.
Talan var um ein javnan dyst, men miðskeiðis í 2. hálvleiki tóku hoyvíkingar yvir og eina løtu var støðan 20-24, men so gjørdist tað heilt trupult at skora móti Team Klaksvík, og tá beint undir tveir minuttir vóru eftir skoraði Valentino Valentakovic sítt áttanda mál, og so var 27-26. Hetta helt, og so var stóri frøi á klaksvíkingum, ið einki stig fingu í fjør,men sum higartil eru væl við.
Fult umfar var í Burn-deildini, og tað er Neistin, ið hevur byrjað kappingina best. Teir blákløddu úr Havn vunnu í dag greiðan sigur á Skála - tann fjórði út av fýra møguligum hjá liðnum.
Í høllini á Hálsi var málfátækt, og Kyndil skoraði bert átta mál í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki skoraði KÍF bert seks mál. Kollfirðingar vóru tó væl betri í 1. hálvleiki, og tí komu bæði stigini við til Kollafjarðar.
Burn-deildin 5. umfar
04.10
Team Klaksvík - H71 27-26 (25-14)
Toppskjúttar: Valentino Valentakovic 8 mál, Sámal á Tjaldrafløtti 6 mál
StÍF - Neistin 24-30 (9-16)
Kyndil - KÍF 17-20 (8-10)
Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson 7 mál, Borgar Sveinsson 6 mál
Støðan:
1. Neistin 8 stig (4 dystir)
2. H71 4 stig (3 dystir)
3. VÍF 4 stig (3 dystir)
4. KÍF 4 stig (4 dystir)
5. Team Klaksvík 4 stig (4 dystir)
6. Kyndil 2 stig (5 dystir)
7. StÍF 4 stig (4 dystir)
6. umfar:
Sunnudagin 11. oktober
Kyndil - StÍF
Neistin - VÍF
KÍF - H71
Spælt varð ikki í SMS-deildini hetta vikuskifti, tí landsliðið er saman í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald