Hondbóltur

Teis gjørdist aftur toppskjútti

Strikuspælarin skoraði átta mál, tá Aarhus HC vann við átta málum í gjárkvøldið.

27-ára gamli havnarmaðurin hevði eitt gott EM-endaspæl. Teis Horn Rasmussen hevur verið toppskjútti í teimum báðum seinastu dystunum fyri Aarhus (Mynd: Sverri Egholm)

27-ára gamli havnarmaðurin hevði eitt gott EM-endaspæl. Teis Horn Rasmussen hevur verið toppskjútti í teimum báðum seinastu dystunum fyri Aarhus (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-28 10:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppflytingarmøguleikin hjá Aarhus HC er lítil, men í gjár vann liðið greitt á einum av botnliðunum, Vendsyssel. Harvið er føroyingafelagið nú á 6. plássið í næstbestu donsku deildini.

[object Object]
Støðan í 1. Divison - nummar eitt fer beinleiðis upp og nummar tvey og trý sleppa at spæla um tað. HØJ hevur Róa Berg Hansen og Paula Jacobsen á liðnum (Mynd: hbold.dk)

Tað gongur væl persónliga hjá Teis Horn Rasmussen. Í síðstu viku gjørdist hann toppskjútti móti Tønder við sjey málum, og í gjárkvøldið skoraði 27-ára gamli føroyski strikuspælarin átta mál -flest av øllum.

Teis er umráðandi í bæði álopi og verju hjá Aarhus HC. Hann mannar vanliga miðverjuna saman við Petur Krogh. Í gjár fóru bert 23 mál inn í greiða sigrinum á Vendsyssel (31-23).

Leygardagin spælir Aarhus á útivølli móti Rækker Mølle.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder