2021-03-04 18:11
Teitur Jóannesarson er aftur á Argjum, eftir at hann hevur verið hjá FC Hoyvík seinastu árini.
Hesum boðar AB frá í dag.
Miðverjin kom á besta liðið hjá AB í 2008. Hann hevur spælt við felagnum í tilsamans niggju ár í vaksnamannadeildunum - talan er um 136 dystir
Í 2016 og eisini seinastu trý árini hevur Teitur havt heimavøll við hoyvíkingum. Í 2019 var tað í 2. deild, har hann fekk ellivu mál - tey allarflestu frá brotssparksblettinum.
Teitur Jóannesarson fyllir 32 ár í hesum mánaðinum, hann hevur spælt 150 dystir í 1. deild, so tað er ein royndur leikari, ið kemur inn í unga hópin hjá AB, sum leygardagin setur hol á kappingarárið í 1. deild við dysti móti hinum niðurflytaranum, Skála, á Argjum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald