
Setrið hjá HB gjørdist eisini ov heitt fyri Adolfo Sormani, sum eftir 1-7 dystin móti NSÍ fyri einari viku síðani sjálvur takkaði fyri seg.
Sí eisini: Sormani er søga í HB
Italiumaðurin við toymi fóru av landinum tíðliga í vikuni, meðan eitt nýtt venjaratoymi fór í gongd í Gundadali.
André Olsen hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá B36, NSÍ og barndómsfelagnum B68. Nú er 34-ára gamli toftamaðurin fyribils høvuðsvenjari hjá HB.
André Olsen í Sarpugerði í gjár (Mynd: Havnar Bóltfelag/RS Media)
Afturat sær hevur André fingið tveir, sum hava roynt nógv í HB. Tróndur Jensen stóð sum hjálparvenjari í gjár og Teitur Matras Gestsson sum málverjuvenjari.
Síðstnevndi gavst sum spælari í vetur. Hann hevur verið venjari hjá næstbesta liðnum higartil í ár og er nú annar av hjálparvenjarunum hjá besta liðnum. Símun Samuelsen var venjari, tá 2. deild hjá HB vann oddadyst móti FC Hoyvík í dag.
Bóltsnillingurin Tróndur Jensen var við at vinna nøkur FM við bandómsfelagnum HB og gevur hann her nøkur góð ráð undir upphitingini í Syðrugøtu í gjár
Teitur Matras Gestsson fegnast eftir 1-0 sigurin í Sarpugerði í gjár (Myndir: Havnar Bóltfelag/RS Media)
Harvið eru, aftur í ár, fleiri venjarabroytingar í Havnar Bóltfelag. Fyrsta veruliga royndin hjá føroyska venjaratoyminum eydnaðist væl: Sammy Skytte skoraði einasta málið í Sarpugerði móti skaðadarvaður føroyameistarunum, og HB heldur fyribils væl fast í 3. plássinum í Betrideildini.
So er spurningurin, hvør ætlanin er framyvir. Íslendski venjarin og ítróttarstjórin Arnar Grétarsson varð fri stutum settur í samband við HB, men tað er ivasamt, um hann verður at síggja í HB skjótt.
Næsta uppgáva hjá HB er Dýri Biðidag, fríggjadagin 16. mars - á heimavølli móti KÍ.
---------------------------------------------
Betrideildin, 9. umfar, fríggjadagin 9. mai
Víkingur - HB 0-1 (0-0)
59' Sammy Skytte 0-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald