- Vit vilja ikki endiliga kalla hann gamlan, men í fótbóltshøpi hevur hann royndir. Í 07 Vestur høpi er hann ein av teimum royndastu lokalu leikarunum. Hann beit seg fastan á liðið á ungum aldri, og hevur líka síðani verið ein av stammuni á liði okkara. Hann hevur leikt 57 dystir í Betrideildini, 35 í 1. deild, 41 dystir í 2. deild, umframt átta dystir í steypakappingini. Tí frøðir tað okkum ótrúliga nógv at fáa boðini sum nýggjársgávu, at Teitur Olsen tekur eitt tørn afturat við 07 Vestur
Soleiðis skrivaði 07vestur.fo í gjárkvøldið. Staðfest verður, at eitt ættarliðskifti er í gongd í felagnum, at í tí sambandi skal týdningurin av royndum spælarum ikki undirmetast.
Teitur Olsen er 24-ára gamal, og hevur spælt beint undir 100 dystir fyri besta liðið hjá 07 Vestur, ið hann fyri fyrstu ferð var á í 2016. Skaðar hava til tíðir lagt meinbogar í vegin fyri kvika og arbeiðssama kantin úr Sørvági; millum annað síðsta part av 2022.
Nú er Teitur tó til reiðar til enn eitt tørn fyri 07 Vestur, ið endaði á 7. plássi í fjør og sum var í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Fótbóltur
Teitur tekur eitt tørn afturat í barndómsfelagnum
07 Vestur boðar frá, at 24-ára gamli vongurin Teitur Olsen, ið er ein av royndu lokalu leikarunum, eisini spælir í 2023.
Staðfest verður, at eitt ættarliðskifti er í gongd í felagnum, at í tí sambandi skal týdningurin av royndum spælarum ikki undirmetast. Teitur Olsen hevur spælt 98 dystir fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum (Mynd: 07 Vestur)
2023-01-04 09:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald