
Í kvøld spæla bæði KÍ og HB fyrru dystirnar í 2. umfari í Conference League: HB á Tórsvølli - móti donskum stórfelagi og frammanfyri nógvum áskoðarunum - og KÍ í nógva hitanum í Serbia.
Tað hevur gingið væl hjá HB at selt atgongumerki til dystin, og skipað verður eisini fyri upphiting í Bowl áðrenn sjálva uppgerðina við Brøndby. Um tað ikki ber til at fara á Tórsvøll, so er møguleiki at síggja dystin á Rás1 hjá Televarpinum.
Sí eisini:
Innrásin av Brøndby-áskoðarum er byrjað
Daniel Wass: - Dysturin á Tórsvølli skal takast í fullum álvara
Tað vera ikki útiáskoðarar á leikvøllinum hjá Radniki í kvøld, har KÍ skal stríðast fyri at fáa eitt gott útgangsstøði við til Klaksvíkar.
Dysturin sæst á KÍ Varpinum - fyri eitt gjald á 149 krónur.
Sí eisini: Deni og KÍ eru komnir til Serbia
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
19.00: Radnicki 1923 - KÍ
19.45: HB - Brøndby
Sjónvarp:RÁS1/tv.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald