
Eftir stóra FM-dagin, sum badminton sum vant hevði saman við borðtennis og judo, var stór gallaveitsla fyri badmintonspælarum, venjarum og øðrum.
Sí eisini: Myndir: Kontrast FM á Hálsi
Badmintonssamband Føroya skrivar, at sum siðvenja er brúkti BSF høvi til Gallaveitsluna at heiðra ársins leikarar.
Tað var landsliðsvenjarin, sum tóð fyri at kjósa. Fai Yin Wong valdi at heiðra fylgjandi leikarar:
- Ungt stjørnuskot, genta: Sarita Kvilt
- Ungt stjørnuskot, drongur: Boas á Reynatrøð
- Ársins spælara hjá kvinnum: Miriam í Grótinum
- Ársins spælar hjá monnum: Hákun Thorkildshøj Sigvardsen
- Hesir leikarar hava sýnt serligt ídni og framburð í 2024 og eru fyrimyndir fyri aðrar badmintonleikar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald