Fótbóltur

Tey stóru fóru avstað við øllum

Liðini, sum undankappingarbyrjan eru mett at vera í topp fimm, struku avstað við sigrum um vikuskiftið.

Uros Stojanov (Mynd: Bjarni Enghamar / B36)

Uros Stojanov (Mynd: Bjarni Enghamar / B36)

2022-03-06 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey liðini, sum undan kappingarbyrjan eru mett at vera toppfimm lið struku øll avstað við sigri í ársins fyrsta umfari í Betri deildini.

Tríggir teir fyrstu dystirnir vóru leiktir í gjár, og tveir dystir vórðu avgreiddir í dag.

Á Dungasandi var 07 Vestur í tveimum førum á odda móti Víkingi, men endaði við at standa eftiir við ongum, og tapti 3-2. Avgerandi málið kom 15 minuttir fyri leiklok við máli frá Gunnar Vatnhamar.

Uppflytararnir úr AB høvdu vitjan av HB á Argjum. Eitt brotspark í part í 20. og 25. minutti gjørdi, at støðan var 1-1 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki fekk Adrian Justinussen skotið at sita, og legði HB á odda við frísparki. Í tíðini, sum dómarin legði afturat økti Pætur Petersen til úrslitið 1-3.

Sí myndir frá dystinum

Hinir uppflytararnir í ár, Skála, høvdu vitjan av meistarunum í KÍ. Nógv bendir á, at klaksvíkingar halda fram við somu øði sum í fjør, og vunnu trygt 3-0.

Sí myndir frá dystinum

Málríkasti dysturin hetta umfari varð leiktur við Margáir seinnapartin. NSÍ legði seg á odda aftaná góðan hálvan minutt, men lítla løtu seinni var sjálvmál í hinum endanum. Hóast runavíkingar komu framum 1-3 tá 25 minuttir vóru leiktir góvu sundalagsmenn ikki upp.

Fyrst minkaðu teir um munin til 2-3 tá 34 minuttir vóru leiktir, og síðani til 3-3 beint fyri hálvleik. Seinni hálvleikur var heldur spakari, og avgerandi málið kom tá smáir 10 minuttir vóru eftir av dystinum.

Í Gundadali fekk málrevurin Uros Stojanov eina góða byrjan við ikki færri enn tveimum málum í fyrra hálvleiki. B68 minkað um munin í seinna hálvleiki, men teir hvítu vunnu dystin trygt 4-1. 19 ára gamli Rani í Soylu fekk sínar fyrstu minuttir, og skoraði til 4-1 í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.

Samandráttirnir frá dystunum eru nú at síggja á netinum, og síggjast á tv.fo ókeypis her.

07 Vestur - Víkingur 2-3 (2-1)
35’ Mads Borchers 1-0
36’ Olaf Bárðarsson 1-1
45’ Janus Svabo Samuelsen 2-1
67’ Andreas Lava Olsen 2-2
76’ Gunnar Vathmahar 2-3

AB - HB 1-3 (1-1)
20' Stefan Radosavljevic 0-1 (br.)
25’ Marius Kryger Lindh 1-1 (br.)
74’ Adrian Justinussen 1-2
90+3’ Pætur Petersen 1-3

Skála - KÍ 0-3 (0-2)
5’ Páll Klettskarð 0-1
20’ Sjálvmál 0-2
86’ Páll Klettskarðð 0-3

B36 - B68 4-1 (2-0)
4’ Uros Stojanov 1-0
42’ Uros Stojanov 2-0
64’ Sebastian Lau Nielsen 2-1
78’ Andrass Johansen 3-1
90’ Rani í Soylu 4-1

EB/Streymur - NSÍ 3-4 (3-3)
1’ Jørgen Nielsen 0-1
5’ Sjálvmál 1-1
22’ Jørgen Nielsen 1-2
25’ Sølvi Sigvardsen 1-3
34’ Niels Pauli Danielsen 2-3
45’ Niklas Kruse 3-3
81’ Hans Marius Davidsen 3-4


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder