Tað sá einki út hjá Thisted FC eftir 4-2 tapið á Frederiksberg fyri beint yvir einum mánaða síðani, men føroyingafelagið í Norðurjútlandi var ósigrað í sínum seinastu fimm dystunum og fekk 13 stig. Harvið yvirlivir Thisted í næstbestu donsku deildini. Júst FA 2000 (frá Frederiksberg) og Brabrand, við Jesper Brinck á liðnum, flyta niður.
Hetta er endaliga greitt eftir sigurin hjá Thisted í Skive seinnapartin. Heimaliðið legði seg annars á odda, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Hetta við máli, sum fyrrverandi AB-miðvallarin Karl Leth skoraði. Tá lá Thisted til at flyta niður.
Tað eydnaðist tó at svara skjótt og væl aftur. Tá eitt korter var eftir, legði væl Daniel Johansen upp til 1-1 málið, og føroyski landsliðsbakkurin var eisini við í 2-1 málinum í 85. minutti. Daniel skeyt fríspark, sum fyrst rakti høvdið á einum og síðani á 20-ára gamla Jeppe Dalgaard hjá Thisted. Bólturin sigldi í málið, og so var plássið tryggjað og stórur fagnaður.
Eins og Daniel, spældi Heini Fossdalsá Sørensen allar 90 minuttirnar í sigrinum í Skive. 20-ára gamli miðvallarin hevur spælt fast seinastu mánaðirnar og hevur eftir tíðina í FC Midjylland nú fingið fótafesti í vaksnamannafótbólti. John Frederiksen hevur eisini verið partur av hópinum hjá Thisted í seinnu hálvu
Heini Fossdalsá Sørensen hevur fingið virðismiklar vaksnamannaminuttir síðstu mánaðirnar í Thisted (Mynd: Thisted FC Elite)
Sáttmálin hjá Heina stendur til at ganga út síðst í mánaðinum. Tað er heldur óvist, hvar føroyski U21-landsliðsmiðvallarin endar.
Framtíðin hjá Daniel Johansen er greið. Hóast felagið heldur plássinum í deildini, vil tekniskt sterki vinstri bakkurin meira: 25-ára gamli føroyingurin verður liðfelagið við Adrian Justinussen og Sebastian Pingel í Hillerød eftir summarsteðgin. Hetta vátta fleiri keldur hjá Portalinum.
Daniel Johansen, sum kom inn í undanfarnu landsdystunum, flytir nógv tættari danska høvuðsstaðnum, har sum útgangspunkt verður liðfelagi við Adrian Justinussen og Sebastian Pingel aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald