Liðleiðarar fáa sjálvdan nógva umtalu, men fyri feløgini eru teir gullverdir: Trúfastir og raskir og seta tíð av í dagligdegnum, og serliga á dystardegi, fyri at gera karmarnar rundan um liðið so góðar sum gjørligt og fyri at hava eitt so gott huglag sum gjørligt.
Ein av hesum er Thom Jakobsen. Klaksvíkingurin var í næstan mannaminnir liðleiðari hjá KÍ, áðrenn hann gavst eftir FM-finaluna í fjør, umframt at hann leingi var við landsliðum hjá FSF. Í fjør fekk hann Ársins Rósu í Klaksvík.
Nú er hann aftur og hjálpir til áðrenn eina stóra uppgávu:
- Tá á stendur, er Thom skjótur at hjálpa, sum tá KÍ skal uttanlanda at spæla ímóti einum stórfelag sum Young Boys. Tað eru nokk fá, sum geva sær far um, hvussu nógv ting feðgarnir og hinir skulu halda skil á, á einari slíkari ferð.
Tað KÍ skrivar á Facebook-síðu sínari, saman við einari mynd frá løttu venjingini KÍ hevði í morgun eina í Bern sum partur av seinastu fyrireikingunum.
Sonur Thom, Sylvan Jakobsen, hevur í fleiri ár verið liðleiðari eisini. Nú eru hann og tveir aðrir í liðleiðaratoyminum hjá KÍ, sum spælir í Bern í kvøld klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald