Hondbóltur

THW Kiel varðveitti oddasessin eftir tættan útisigur

Elias Ellefsen á Skipagøtu við týðandi málum og uppleggum í Eisenach. Samanlagt hevði føroyingurin sjey slík uppá 22 minuttir - Kiel framvegis fult stigatal eftir fimm dystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-18 22:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

THW Kiel hevði aftur eitt tungt kappingarár í fjør, men hetta føroyingafelagið í Bundesliguni hevur fingið flúgvandi byrjan:

Nú fimm dystir - og fimm sigrar.

Í fjør tapti Kiel báðar dystirnar móti Eisenach. Men í kvøld knógvaðu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir Eisenach. Hetta í ógvuliga tøttum dysti.

Tað var javnleikur, 14-14 í steðginum, og heimaliðið vann sær fyrimunin fyrstu løtuna eftir steðgin.

Men Elias Ellefsen á Skipagøtu kom inn, tá umleið eitt korter eftir, og føroyingurin var við at koppa tí. 24-ára gamli hoyvíkingurin skoraði millum annað til 27-25.

Hetta var týðandi, tí tað endaði 28-27. Heimaliðið kundi javna í seinastu løtu, men Gonzalo Perez de Vargas bjargaði royndini.

Samanlagt skoraði Elias á Skipagøu trý mál uppá tríggjar málroyndir og legði upp til flest mál hjá Kiel - fýra. So samanlagt sjey mál/pllegg uppá 22 leikminuttir. Føroyski spælskiparin og slovenski spælskiparin, Domen Makuc, spældu so at siga eins nógv. Makuc hevði ikki nakað serliga gott kvøld.

Sí hagtøl her

Kiel er nú á odda við tíggju stigum. Í morgin, leygarkvøldið, spæla Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf á útivølli móti SG BBM Bietigheim - sunnudagin seinnapartin eru Hákun West av Teigum á útivølli móti Bergischer.

Sí stigatalvuna her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder