Fótbóltur

Tíggju fólk reka nú føroyska fótbóltin á Amager

Tað er runavíkingurin Jóhann Gaardbo, sum fyri stuttum varð valdur til nýggjan formann. Nógv nýggj fólk komu í nevndina tá.

Frá vinstru til høgru: Sára Jógvansdóttir Magnussen, Janus Jógvansson, Pætur Turiðarson Skipanes, Jóhann Gaardbo, Jónhild Midjord Nybo, Barbara Johnsdóttir Prior, Dánial Danielsen, Jóhan Eiler Simonsen.
Petur Sólbjørnsson Thomsen og Rannvá Mortensen vanta á myndini (Mynd: ÍF Føroyar Fótbóltur)

Frá vinstru til høgru: Sára Jógvansdóttir Magnussen, Janus Jógvansson, Pætur Turiðarson Skipanes, Jóhann Gaardbo, Jónhild Midjord Nybo, Barbara Johnsdóttir Prior, Dánial Danielsen, Jóhan Eiler Simonsen. Petur Sólbjørnsson Thomsen og Rannvá Mortensen vanta á myndini (Mynd: ÍF Føroyar Fótbóltur)

2025-04-23 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF Føroyar hevur síðani 1939 verið eitt felag, sum føroyingar í Keypmannahavn hava savnast um.

Ein rúgva av føroyingum hava havt sína gongd og havt nógvar góður løtur um ítróttin og felagskapin.

Soleiðis er eisini nú, har tað nærum ikki er pláss á vøllinum, tá besta mansliðiðið í fótbólti venur. Har er málið at flyta upp úr Serie 1, men samanhaldið fyllur helst nakað meira.

ÍF Føroyar fótbóltur hevur fýra lið í løtuni: 1. og 2. lið hjá monnum, eitt kvinnulið og eitt Old Boys lið.

Tað skulu nógv sjálvboðin fólk til at reka slíkt, og kring Kløvermarkina og Oyrasundskollegie renna nógv slíkt runt.

Tá aðalfundur var herfyri á Oyrasundi takkaðu Karstin Højgaard, Arnborg Lervig Færø, Gestur Bogason Dam og Torstein Mylingstind fyri seg eftir drúgva og góða tænastu í nevndini.

Avloysarar vórðu funnir - og tað í ríkiligt mát. ÍF Føroyar Fótbóltur skrivar, at nevndin er hækkað úr seks limum upp í tíggju.

Tey eru: 
Formaður: Jóhann Gaardbo *
Kassameistari: Dánial Danielsen
Leikaraloyvi: Pætur Turiðarson Skipanes
PR og útgerð: Jóhan Eiler Simonsen og Jónhild Midjord Nybo
Nevndarlimir: Janus Jógvansson og Petur Sólbjørnsson Thomsen
Tiltakslimir: Barbara Johnsdóttir Prior og Sára Jógvansdóttir Magnussen
Eykalimir: Rannvá Mortensen

*Runavíkingurin er valdur til nýggjan formann fyri ÍF Føroyar Fótbóltur

Nevndarlimirnir koma úr so at siga øllum pørtum av Føroyum.

[object Object]
Frá vinstru til høgru: Sára Jógvansdóttir Magnussen, Janus Jógvansson, Pætur Turiðarson Skipanes, Jóhann Gaardbo, Jónhild Midjord Nybo, Barbara Johnsdóttir Prior, Dánial Danielsen, Jóhan Eiler Simonsen

Petur Sólbjørnsson Thomsen og Rannvá Mortensen vanta á myndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder