Fótbóltur

Tíggju mál í fyrstu fjórðingsfinalunum

3-3 millum Manchester City og Real Madrid á Bernabeu og 2-2 millum Arsenal og Bayern. Alt opið undan seinnu fjórðingsfinalunum, tó at fyrimunur nú er hjá City og Bayern.

Erling Haaland og Jude Bellingham skoraðu ikki hesaferð, men lið teirra fingu trý mál hvør í risauppgerðini í Madrid. City stendur sum favorittur áðrenn heimadystin (Mynd: EPA)

Erling Haaland og Jude Bellingham skoraðu ikki hesaferð, men lið teirra fingu trý mál hvør í risauppgerðini í Madrid. City stendur sum favorittur áðrenn heimadystin (Mynd: EPA)

2024-04-10 08:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í Champions League vórðu spældar í gjár, og stórdystirnir í ávíkavist enska og spanska høvuðsstaðnum livdu av álvara upp til vónirnar.

Arsenal legði bragdliga fyri á Emirated, og í 12. minuttir fekk Bukayo Saka pláss til tað, sum hann fyri Bayern ikki burdi fingið pláss til: Frítt skot við vinstra beini nakað inni í brotsteignum og til høgru, Bólturin smoygdi sær framvið Manuel Neuer í netið.

Tað gekk tó bert ein lítil løta, til Arsenal blakaði bóltin burtur í uppspælinum, og Bayern revsaði. Tað var fyrrverandi Arsenal-vongurin Serge Gnabry, sum endaði við at prika bóltin í málið. Tá hálvur tími var spældur, streyk Leroy Sané avstað. Eingin megnaði at støgða skjóta vonginum, og so stakk William Saliba beinið út. Brotsspark, sum Harry Kane umsetti til mál heilt kaldliga: 1-2.

Champions League-toppskjúttin var aftur í London. Hann burdi kanska verið útvístur stutt eftir steðgin, tá hann - møguliga tilvitað - sendi annan albogan upp í andlitið á Arsenal-spælara. Talan gjørdist um gult kort. Bayern hótti uppá kontra, meðan heimaliðið royndi at javna. Hetta eydnaðist, tá eitt korter vóru eftir. Innskiftu Gabriel Jesus og Leandro Trossard høvfu avgerandi føturnar í 2-2 málinum,

Móti endanum rakti útiliðið stongina, meðan Arsenal vildi hava brotsspark. Saka sá tó út til meira at lata beinið hanga og takkla Neuer enn umvent, og tað verður eitt stórt arbeiði hjá Arteta og hansara monnum í Týsklandi um eina viku.

[object Object]
Harry Kane og Bayern vinna ikki Bundesliguna í ár, men áleyparin kundi fegnast um at skora í London aftur (Mynd: EPA)

[object Object]
Her hevur Kane nýtt albogan nakað nógv (Myndir: EPA)

Í Madrid fingu liðini trý mál hvør. Bernardo Silva legði út longu í 2. minutti við lumpisligum frísparki, ið málverjin Lunin og øll hini hildu fóru at vera eitt innlegg. Heimaliðið hevur tó eisini giftigar spælarar, og tíggju minuttir seinni var 1-1, eftir at langskot hevði rakt Ruben Dias á vegnum og snýtt Ortega í málinum. Í næsta álopið legði Rodrygo heimaliðið á odda. Skjótt mótálop og snilt skot millum beinini á verjuspælara.

Manchester City royndi at svara aftur, og dysturin var lívligur. Oddaliðið í La Liga lúrdi eisini uppá mótálop. Tá menninir hjá Ancelotti sóu út til at hava mest tamarhald á støðuni, sló útiliðið til við tveimum rimmar skotum stutt uttanfyri brotsteigin: Fyrst annars heldur ósjónligi Phil Foden og síðani kroatiski bakkurin Gvardiol - við høgra beinið.

Flott mál, 2-3 og hetta hevði skelkað flest øll lið í heiminum, men Real Madrid er nakað serligt í Champions League, og heimaliðið tók yvir. Tá tíggju minuttir vóru eftir legði Vinicius yvirum til Valverde, sum fluktaði bóltin í netið til 3-3. Modric og hinir løgdu trýst á City, men skulu til Manchester at vinna.

Champions League fjórðingsfinalur - fyrru dystirnir
Í gjárkvøld, týskvøldið 09.04

Arsenal - Bayern München 2-2 (1-2)
12' Bukayo Saka 1-0
18' Serge Gnabry 1-1
32' Harry Kane 1-2
76' Leandro Trossard 2-2

Real Madrid - Manchester City 3-3 (2-1)
2' Bernardo Silva 0-1
12' Eduardo Camavinga 1-1
14' Rodrygo 1-2
66' Phil Foden 2-2
71' Josko Gvardiol 2-3
79' Federico Valverde 3-3

Í kvøld spæla hini fýra liðini fyrru fjórðingsfinalurnar.

Mikudagin 10.04
Atletico Madrid - Borussia Dortmund 
PSG - Barcelona

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder