Annað

Til Malta at umboða Føroyar

Landsliðið í badminton luttekur í smálandakapping komandi vikuskiftið.

Aftast frá vinstru: Asbjørn Heide Olsen, Magnus Dal-Christiansen, Sune Gavnholdt (venjari), Christian Berg Petersen. Fremst standa Sanna Thorkildshøj, Bjarnhild í Buð Justinussen, Mia Thorkildshøj og Miriam í Grótinum 

Aftast frá vinstru: Asbjørn Heide Olsen, Magnus Dal-Christiansen, Sune Gavnholdt (venjari), Christian Berg Petersen. Fremst standa Sanna Thorkildshøj, Bjarnhild í Buð Justinussen, Mia Thorkildshøj og Miriam í Grótinum 

2023-10-30 06:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein hópur av landsliðsleikarum í badminton fer í næstum til Malta at umboða Føroyar í smálandakapping. Hetta er fyrstu ferð, at slík smálandakapping verður fyriskipað í badminton.

Badmintonsambandið hevur í fleiri ár samskift við nøkur av smálondunum í Evropa um at fyriskipa eitt nýtt slag av kapping millum landsliðini í hesum londum. Og nú eru hesar ætlanir endiliga blivnar til veruleika. Malta verður vertsland fyri fyrstu Small States of Europe liðkappingini, sum verður hildin frá 3. til 5. november 2023.

Úr Føroyum luttaka Asbjørn Heide Olsen, Magnus Dal-Christiansen, Christian Berg Petersen, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Sanna og Mia Thorkildshøj.

Miriam spælir við Københavns Badmintonklub, Magnus við Drive (Keypmannahavn), Bjarnhild við Klaksvíkar Badmintonfelag, meðan hini fýra spæla við Havnar Badmintonfelag. Sune Gavnholdt, landsliðsvenjari, er við á ferðini, umframt at Jónfinnur Petursson er við sum dómari.

Hugsanin við kappingini er at vísa fram ítrótt á høgum støði við luttøku av átta av teimum smærru badmintontjóðunum í Evropa. Kypros, Gibraltar, Grønland, Ísland, Isle of Man, Liktinstein, Malta og Føroyar luttaka í hesi fyrstu útgávuni av nýggju afturvendandi smálandakappingini.

Kappingin verður skipað við einum innleiðandi bólkaspæli, har føroyska landsliðið møtir Malta, Liktinstein og Gibraltar. Í hinum bólkinum tørna Ísland, Kypros, Isle of Man og Grønland saman.

Eftir bólkaspælið broytist kappingin til playoff kapping, har úrslitini í innleiðandi bólkunum avgera hvør møtir hvørjum. Hvør liðdystur fevnir um fimm innanhýsis dystir landanna millum, tað er í einmansleiki menn, einmansleiki kvinnur, tvímansleiki menn, tvímansleiki kvinnur og blandaðum tvímansleiki.

- Vit vóna, at hendan smálandakappingin kann gerast eitt afturvendandi tiltak, sum okkara bestu leikarar kunnu venja fram ímóti, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í BSF.

- Leikarar okkara seta ein heiður í at umboða Føroyar í altjóða kappingum. Vit hava longu luttikið á oyggjaleikunum í summar, men tá hendan kappingin nú endiliga fer av bakkastokki, ynsktu vit sjálvandi eisini at vera við her.

Á oyggjaleikunum á Guernsey í summar leiktu føroysku leikararnir millum annað ímóti leikarum frá Isle of Man og Grønlandi, har føroyski landsliðshópurin gjørdi bart í liðkappingini og vann gull. Eisini hava føroyskir badmintonleikarar áður kappast í Íslandi og leikt ímóti bestu íslendsku leikarunum, men fleiri av luttakandi londunum hava Føroyar ongantíð møtt áður.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder