
HB skal í morgin spæla fyrra dystin í 2. umfari í Europa League. Hann er á heimavølli, og tað er Linfield, ið vitjar. Føroyameistarin ella norðurírska meistarliðið kemur víðari til 3. umfari, har mótsstøðuliðið verður eitt lið, ið tapir í 2. umfari í Champions League.
Hvørji tvey lið HB hevur møguleikan at møta gjørdist greitt í lutakstinum, ið júst hevur verið í Nyon í Sves. Allarfyrst varð Sutjeka/APOEL trekt úr bollanum, og tað merkti, at taparin av hesum skuldi møta vinnaranum av næstu uppgeðrini. Tað var nr. 5, ið var HB Tórshavn - Linfield.
Harvið er tað meistaraliðið úr Montenegro ella meistaraliðið úr Kýpros, ið stendur fyri framman, um HB megnar at vinna seg víðari ímóti Linfield. Í 2009 spældi APOEL ímóti EB/Streymi í Champions League og vann 5-0 samanlagt. HB og APOEL Nicosia leiktu í 1997 í Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1997. Kýpriotiska liðið vann 7-1 samanlagt, men í fyrra dystinum í Svangaskarði endaði tað 1-1.
Um ein stóran tíma verður trekt lut um m.a. lagnuna hjá KÍ, um liðið kemur til 3. umfar.
Europa League 3. umfar:
Sutjeska / APOEL - HB / Linfield
Hesir dystirnir verða leiktir 8. og 15. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald