Annað

Til U20 EM í sandflogbólti í Madrid

Fyrstu innleiðandi dystirnir verða spældir í dag. Føroyingarnir skulu rokna við sterkari mótstøðu.

Filip Ilic, Maria Teresa Vitalis, Osla Johannesen og Rani Ákason umboða Føroyar í EM í sandflogbólti fyri U20 landslið (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Filip Ilic, Maria Teresa Vitalis, Osla Johannesen og Rani Ákason umboða Føroyar í EM í sandflogbólti fyri U20 landslið (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-08-21 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku U20 dreingirnir og genturnar í sandflogbólti eru komin beint í endaumfarið í evropisku CEV EM kappingini, sum verður leikt í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, um vikuskiftið.

Genturnar eru Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen, sum í veruleikanum hava aldur til U18 kappingina eisini. Dreingirnir eru Rani Ákason og Filip Ilic.

Við tað, at talan er um EM endaumfar, er mótstøðan hjá liðunum báðum sera sterk.

Genturnar eru komnar í bólk F saman við Kekkia, Grikkalandi og Litava. Kekkiska liðið er styrkismett nr. 6 til kappingina, Grikkaland nr. 11 og Litava nr. 22. Føroysku genturnar eru styrkismettar nr. 27 av 32 londum.

Genturnar leggja fyri í dag kl. 12.20 ímóti Kekkia. Dystirnir ímóti Grikkalandi og Litava verða í morgin, men tíð er ikki sett á hesar dystirnar enn.

Dreingirnir eru komnir í bólk G saman við Ukraina, Fraklandi og Kroatia. Ukraina er styrkismett nr. 7, Frakland nr. 10 og Kroatia nr. 23. Føroysku dreingirnir eru styrkismettir nr. 26 av 32 liðum.

Dreingirnir leggja fyri í dag kl. 13.10 ímóti Ukraina. Kl. 18.10 leika teir ímóti Fraklandi og dysturin ímóti Kroatia verður í morgin, men har er tíðin ikki ásett enn.

Livescore er á heimasíðuni hjá CEV  - cev.eu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder