Annað

Tinna Berg Jørgensen skjótasta kvinna í Føroyum

Hon rann í gjár 100 metrar við tíðini 12,92 sekund. Tað er føroyskt met.

2022-06-12 18:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Tinna kom á mál í gjár við tíðini 12,92 sek í kappingini Copenhagen Open í Hvidovre, var tað triðju ferð á rað, hon rann skjótari enn føroyska metið í 100 metrum, men har undanvindurin var ov nógvur (meir enn 2 m/s) í undanfarnu kappingunum, so var mótvindur hesaferð, og harvið kann úrslitið góðkennast sum met.

Tað skrivar Hvirlan.fo á heimasíðuni.

Vegurin til metið hjá Tinnu hevur verið rættuliga støðugur, tí eftir at hon bøtti um sítt persónliga met til 13,86 sek á Føroyaleikum 2021, hevur hon í miðal bøtt um sítt persónliga met við 0,15 sek í hvørjari kapping. Í teimum seks kappingunum, har undanvindurin var undir 2 m/s, bøtti hon um sítt persónliga met í teimum f‎ýra. Í teimum sjey kappingunum hon hevur luttikið í í ár, var vindur meir enn mest loyvdu 2 m/s fýra ferðir.

Tøl:

• Persónligt met: 12,92 sek (13,02 sek undan kappingini)

• Føroyskt met: 12,92 sek (12,99 sek undan kappingini)

• Oyggjaleikakrav: 13,30 sek

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder