Fótbóltur

Tóku ikki av móti Norðurmakedónia

Føroyar høvdu møguleikan at fáa 2. plássið og harvið play-off - og serliga Petur Knudsen burdi skorað í Skopje. Heldur skoraði heimaliðið einsmalla málið eftir eina gávu, og Føroyar skulu spæla venjingardystir í mars.

Petur Knudsen kom til fleiri góðar støður, men skarpleikin vantaði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen kom til fleiri góðar støður, men skarpleikin vantaði (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-17 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Í ein tíma høvdu føroyingar fínt tamarhald á, men so sló Norðurmakedónia til.

Føroyska verjulinjan stóð høgt, Gunnar Vatnhamar kiksaði við nertingini ,og Bojan Miovski slapp avstað og var tryggur. Kanska meiera eitt tekniskt mistak enn eitt verjumistak. Annars var verjan eins og í Armenia sterk.

Vantandi hvassleiki í hinum endanu kostaði eisini: Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdust lívligu Petur Knudsen og Meinhard Egilsson Olsen tveir móti einum og fríir, og fyrrnevndi valdi at skjóta - skotið fór tó langt framvið.

Petur skuldi skjóta nakrar minuttir seinni, men rakti bóltin heilt illa, eftir at eyðsýndi Brandur Hendriksson spældi hann frían. Hetta eftir gott samanspæl við Meinhard Egilsson Olsen. NSÍ'arin skuldi havt skorað í støðuni.

Norðurmakedónia hevði eina yvirág í spælinum men fáar møguleikar. Føroyar høvdu fleiri hornaspørk og nógvar innlegsstøður, men góðskan var snøgt sagt ov vánalig, og í summum førum var als ikki samsvar millum sendingar og renningar í brotsteignum.

Snópisligt tí pláss var har, og eitt stig hevði sent Føroyar til play-off um uppflyting í mars. Fyribils venjaratoymi tykist at hava rakt rímilia rætt við tí mesta, men í dag skiftu teir allarhelst ov seint út.

Nú er næsti stóri spurningurin: Nær og hvat verður næsta fetið hjá føroyska A-landsliðnum. Næsta uppgávan verður so venjingardystir í mars - tað verður við nýggjum venjara.

--------------------------------------------------------------------

Nations League deild C - bólkur 4, seinasta umfar
Todor Proeski leikvøllurin, sunnudagin 17. november
Norðurmakedónia - Føroyar 1-0 (0-0)
62' Bojan Miovski

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - Hanus Sørensen, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Petur Knudsen

Innskiftingar:
58' René Shaki Joensen fyri Hall Hansson
79' Jóannes Bjartalíð fyri Meinhard Egilsson Olsen - Páll Andrasson Klettskarð fyri Petur Knudsen
85' Sølvi Vatnhamar fyri Hanus Sørensen - Adrian Rúnason Justinussen fyri Brand Hendriksson

Endaliga støðan í bólkinum eftir seks umfør:
1. Norðurmakedónia 16 stig 
2. Armenia 7 stig
3. Føroyar 6 stig 
4. Lettland 4 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder