Fótbóltur

Tomic og Víkingur hava endað samstarvið

33-ára gamli serbiski verjuleikarin hevur seinastu tvey árini spælt 50 dystir fyri Víking.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-11 23:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vukasin Tomic og Víkingur longdu í vetur samstarvið við tveimum árum, men tað er í vikuni blivið greitt, at Tomic ikki fer at spæla í felagnum komandi kappingarár og heldur ikki restina av hesum kappingarárinum.

Serbiski miðverjin kom til felagið undan kappingarbyrjan í fjør, og hevur samanlagt spælt 50 dystir og hevur skorað trý mál fyri felagið.

Víkingur hevur, eisini í samband við setanina av Jóhan Peturi Poulsen, gjørt greitt, at felagið vil fremja ættarliðsskifti skjótari og satsa uppá egið tilfeingi. 

Víkingur hevur 32 stig fyri 18 dystir og er á 5. plássi. Sunnudagin spælir liðið við Margáir móti EB/Streymi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder