Fótbóltur

Toppur ímóti botni á Skála í kvøld

KÍ kann við sigri leggja seg á odda í Betrideildini.

KÍ vann 2-1 á HB í oddadystinum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ vann 2-1 á HB í oddadystinum leygarkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-15 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 19. umfari í Betrideildini verður leiktur í kvøld. Hann verður á Skála, har botnliðið Skála tekur ímóti KÍ, sum við einum sigri leggur seg á odda í Betrideildini.

Liðini spældu Undir Mýruhjalla 2. august. Tá vann útiliðið heili 6-0. KÍ spældi leygarkvøldið sín fyrsta dyst í Betrideildini í ein mánað, og kvøldið gjørdist heilt gott fyri klaksvíkingar, tí HB varð sent heim við einum 2-1 tapi, sum merkir, at nú er bert tvey stig á muni millum liðini, sum bæði hava níggju dystir eftir - ein dyst eftir móti hvørjum liði.

Skála hevur ikki spælt ein dyst síðani 23. august - fyriuttan ein venjingardyst - tá liðið tapti týðandi botndystin í Trongisvági. Tað er AB, ið Skála skal hava fatur á. Fimm stig eru upp til argjamenn og plássið, ið tryggjar eina nýggja roynd at yvirliva í deildini, um ikki tvey av liðunum ið kunnu flyta upp úr 1. deild enda í topp-trý í 1. deild. Sorin Anghel hevur nú havt yvir seks vikur við liðnum, og áhugavert verður at síggja um Skála kann gera meira við KÍ í kvøld enn seinasti - í fyrsta dystinum hjá Sorini ið var dagin eftir, hann varð settur. 

[object Object]

[object Object]Sorin og Skála skulu hava fatur á AB (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er tó í nøkrum av hinum níggju dystunum, ið Skála hevur eftir, at betri møguleikar liggja fyri stigum. KÍ-liðið sær út til at vera sera væl fyri og er nú farið inn í eitt tíðarskeið við einari rúgvu av dystum. Tí vera helst nakrar broytingar á liðnum í kvøld; eisini tí at nakrir leikarar skulu spælast betri inn á liðið.

Fyrsta bríksl á Skála verður klokakn 19.00. Dagfinn Forná dømir dystin. Vit dagføra beinleiðis, hava myndir frá dystinum og taka samanum aftaná seinasta bríksl.

19. umfar í Betrideildini
Týsdagin 15/9
Skála - KÍ


Støðan í Betrideildini
1. HB 46 stig (18 dystir)
2. KÍ 44 stig (18 dystir)
3. NSÍ 38 stig (18 dystir)
4. B36 37 stig *
5Víkingur 35 stig ** 
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig **
8. TB 13 stig **
9. AB 7 stig **
10. Skála 2 stig *

*Ein dyst færri 
** Ein dyst fleiri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder