Fótbóltur

Torino vil hava Dávid Reynheim

Italska stórfelagið Torino hevur bjóðað uppá unga havnarmannin.

(Mynd: RS Media / HB)

(Mynd: RS Media / HB)

2024-08-20 15:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

16 ára gamli Dávid Reynheim kann vera á veg til italska Seria A felagið Torino.

Fyri in.fo váttar HB, at hava fingið eitt boð, sum felagið hevur góðtikið.

- Nú er tað upp til partarnar at samráðast víðari, men vit eru nøgdir við okkarapart, sigur Símun Samuelsen, ítróttarstjóri hjá HB, við in.fo.

Í HB gleðast tey eisini um, at spælarar í felagnum fáa slíkar møguleikar, sigur hann.

Áleyparatalentið hjá HB gjørdi fyri fyrstu ferð um seg í vaksnamannafótbólti í stórsteypadystinum móti KÍ fyrr í ár, tá hann skoraði til 3-1 til HB.

Hann er skrásettur fyri átta dystir fyri besta mansliðið hjá HB í ár.

Dávid Reynheim er sonur navnframa Kára Reynheim, sum var partur av landsliðnum í 80'unum og 90'unum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder