Fótbóltur

Torres til Barcelona fyri yvir 400 milliónir krónur

21-ára gamli álopskendi leikarin úr Valencia hevði nakrar góðar løtur í Manchester City í fjør men sló ongantíð veruliga ígjøgnum í Onglandi, eins og hann hevur gjørt á landsliðnum. Nú skal hann royna at hjálpa Barcelona.

2021-12-28 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði samanlagt 13 mál fyri Manchester City í fjør - beint undir triðja hvønn dyst í miðal - og byrjaði eisini væl í hesum kappingarárinum fyri felag og land, men so gjørdist ungi kanturin skaddur.

Seinastu tíðina hevur Ferran Torres verið settur í samband við serliga FC Barcelona, og nú er skiftið veruleiki. Talan er um ein keypsprís á 46,7 milliónir pund, ið er beint yvir 400 milliónir krónur, við møguleika fyri næstan 10 millónum pundum afturat í klasuli. Talan er um ein fimm-ára sáttmála.

Barcelona hevur annars havt trupulleikar við pengum og hevði millum annað ikki ráð til sáttmálan hjá Lionel Messi. Seinastu árini eru heilt dýrir álopskendir leikarar sum Ousmane Dembelé og Philippe Coutinho keyptir inn, tó heilt uttan at sláa til.

Ferran Torres er ikki eins dýrir sum hesir menninir. Hann er bert 21-ára gamal og skifti til Manchester City í summar í fjør, úr felagnum sum hann so at siga altíð hevur spælt fyri, og sum hann spældi 71 La Liga dystir fyri. Torres er føddur í Valencia-økinum og hevur spælt á flestu ungdómslandsliðnum hjá Spania. 


Síðani hann kom á A-landsliðið í fjør, hevur hann veruliga gjørt mun: Kviki kantspælarin/áleyparin skoraði hattrikk móti Neuer og Týsklandi í Nations League-dysti í fjør, skoraði tvey mál til EM-endaspælið, harav eitt í áttandapartsfinaluni, fýra í HM-undankappingini og bæði málini í Nations League-finaluni móti Italia, í Italia. Talan er um tólv mál í bert 22 A-landsdystin.

Fyri Manchester City spældi spaniólin samanlagt 43 dystir, skoraði 16 mál og var við til at vinna Premier League og Carabao Cup í fjør. Barcelona er í løtuni nummar sjey í La Liga við 28 stigum - 18 aftanfyri oddaliðið Real Madrid. Katalanska liðið er ikki longur í Champions League; menninir hjá Xavi skulu spæla í Europa League í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder