Annað

Tórshavn Marathon verður sunnudagin

Eftir støðg í tvey ár verður nú aftur runnið marathon í havnargøtum og eftir kaldbaksvegnum.

Seinasta Tórshavn Marathon var í 2019

Seinasta Tórshavn Marathon var í 2019

2022-06-09 08:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tey gera tað í Reykjavík, í Stockholm og enntá í Nuuk – tey renna marathon í býnum. Í nógvum býum í øllum heiminum savnast tey um marathon renningina, og tað gera vit sjálvandi eisini í Tórshavn.

Aftan á tvey ára marathonsteðg verður Føroya einasta marathon endiliga aftur.

Hetta er 18. ferðin vit renna Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og vit bjóða øllum við.

Sunnudagin 12. juni fyllist høvuðstaður okkara við glaðum og spentum føroyingum og útlendingum, sum renna marathon, hálvt marathon ella styttri teinar. Nógv fara eisini at ganga hálvt marathon.

Tilmeldingin hevur verið støðug síðani hon lat upp í fjør og enn ber til at melda til á torshavnmarathon.com. Hættar tú tær ikki undir longru teinarnar, kanst tú renna bæði 5 og 10 kilometrar.

Atlantic Airways Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak og hvørt ár koma rennarar úr øllum heiminum at renna saman við føroyingum. Aftur í ár fara Rynkeby súkklarar at seta dám á tiltakið og súkla saman við fremstu rennararnum.

Bragdið og Tórshavnar Kommuna leggja dent á, at sunnudagurin 12. juni verður ein renniveitsla fyri øll.

Tónleikur verður á rutuni í býnum og við málið, so rættiligt lív verður í høvuðsstaðið okkara.

Startskotið til Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður latið á Vaglinum sunnudagin 12. juni kl. 13..

Vit vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverk fyri rennaran, so komið út á gøturnar, oman í býin ella onkra aðra staðni á rutuni og latið okkum øll gera hendan dagin til ein veitsludag.

Runnið verður av Vaglinum, yviri við Strond, eftir ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir. Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund, og tey sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið niðan aftur á Vaglið. 

Tíðindaskriv frá Bragdinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder