Kappróður

Tórshavnar kommuna samtykt at lata Knørri stuðul til nýtt neyst

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt at játta róðrarfelagnum 5,5 milliónir krónur í 2026 til nýtt kappróðrarneyst, og at málið verður lagt fyri býráðið aftur at geva felagnum tilsøgn upp á aðrar 5,5 milliónir krónur í 2027.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-12-12 08:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

A býráðsfundi hjá Tórshavnar kommunu í gjárkvøldið varð einmælt samtykt at játti Róðrarfelagnum Knørrur stuðul til nýtt kappróðrarneyst.

Tað skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Tað var í oktober í fjør, at Knørrur søkti Tórshavnar kommunu um íløgustuðul uppá 10,8 milliónir krónur til nýtt neyst í Álakeri.

Í umsóknini bleiv víst á, at samlaðu útreiðslurnar til neystið eru stívliga 36 milliónir krónur, og at felagið sjálvt hevði eina eginfígging uppá 1,29 milliónir krónur.

Sambært grein 3, stk. 3 í “Leiðreglunum fyri stuðul til íløgur” kann stuðulin frá kommununi í mesta lagi vera 30% av metta byggikostnaðinum.

Fíggjarætlanini hjá kommununi fyri 2025 legði ikki upp fyri so stórum íløgustuðli, og tí varð tá mælt frá at játta stuðul, men samstundis varð mælt til, at íløgustuðul til kappróðrarneystið bleiv tikin við í fíggjarætlanararbeiðið fyri 2026.

Málið kom aftur á skrá í apríl 2025, har mælt varð til at játta stuðulsupphæddina, sum Knørrur søkti, men at hon skuldi býtast yvir tvey fíggjarár.

Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð so einmælt samtykt at játta Knørri 5,5 milliónir krónur í 2026 til nýtt kappróðrarneyst, og at málið verður lagt fyri býráðið aftur at geva felagnum tilsøgn upp á aðrar 5,5 milliónir krónur í 2027, skrivar Tórshavnar kommuna.

Les eisini: Knørrur fær stuðul til nýtt róðrarneyst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder