Tórur Mortensen, sum áður hevur ognað sær gull á DM og bronsu á NM í trýstøkk, royndi seg um vikuskiftið á óvanliga teininum 300 metrar renning á Tårnby Games í Danmark. Tórur er ein av sjey føroyskum íðkarum úr Hvirluni, sum luttók í kappingini.
Tórur hevur verið nógv darvaður av einum knæskaða. Tí hevur hann í ár valt at droppa lop, meðan hann byggir knæði uppaftur. Síðstu 2-3 vikurnar hevur hann so kunnað vant sprint uttan at kenna nakra pínu í knæðnum, og tí var avgjørt at royna seg á 100 m og 300 m í Tårnby.
Hóast Tórur arbeiðir við at koma seg eftir knæskaðan, ehvur hann ikki mist ferðina hesa tíðina. Hetta sást tá hann rann 100 m bara 0,02 sek seinni enn føroyska metið á teininum, hóast hann bara pressaði fyrstu 40 m, fyri síðan at fokusera uppá at renna “pent”, tvs ikki spenna upp, síðstu 60 m. Tað var tó á 300 m at verðuliga testin skuldi standa, skrivar Hvirlan.
Tórur kendi til 100 m, og tí valdi hann at leggja varliga út, fyri í staðin at fokusera uppá at halda sama tempo allan vegin, nakað sum hann ikki plagar at gera. Tað vísti seg, at hann megnaði væl at halda tempo allan vegin, og á málinum segði tíðin 36,14 sek, sum er 1,67 skjótari enn gamla føroyska metið. Tað týdningarmesta var tó, at hann onki kendi til skaðan og sostatt kann Tórur halda áfram við venjingini fram móti oyggjaleikunum, har hann vantandi skal undir tað føroyska metið fyri at koma í finaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald