Fjórða umfar í Betri Deildini hjá kvinnum er á skránni sunnudagin 14. juni, og dystirnir eru hesir.
HB – ÍVB í Gundadali kl. 14
Eftir tveir javnleikir og eitt tap standa HB kvinnurnar nú aftur har, sum tær stóðu í vetur: uttan venjara. Kári Reynheim stendur ikki longur við róðrið, og í hansara stað er høvuðsungdómsvenjarin hjá HB, John Petersen komin í fyrstu atløgu. Um tiltikna “venjara effektin” fer at umsetast til trý stig í fyrstu roynd, er torført at spáa um.
TÍ gestirnir úr ÍVB koma í Gundadal við sjálvsáliti, nú tær endiliga fingu fyrstu stigini til høldar í seinasta umfari. Liðið er framvegis nakað darvað av skaðum, men serliga á miðvøllinum er ÍVB við Jacobu Langgaard, Jensu Tórolvsdóttir og Monu Rasmusdóttir serstakliga væl mannað. Samanlagt ber sostatt illa til at peika á nakran favoritt í hesum dystinum.
KÍ – EBS/Skála við Djúpumýru kl.15
Higartil hevur ongin megnað at tikið stig frá føroyameistarunum, og tær eru eisini stórfavorittar í dystinum móti EBS/Skála. Unga felagsliðið mennist tó í hvørjum, og tær fara til Klaksvíkar at geva KÍ so skarpan gang, sum tær megna.
– Tveir teir seinastu dystirnir hjá okkum hava verið sera tættir, so vit síggja fram til dystin móti KÍ. Vit trúgva uppá, at um vit geva alt tað, sum vit eiga, so kunnu vit væl fáa eitt gott úrslit, sigur Lea Lisberg, sum seinasta vikuskifti skoraði fyrsta málið hjá EBS/Skála í ár.
KÍ hevur tó longu prógvað, at tær eru torførar at vinna ímóti. Systrarnar á Lakjuni hava tveir teir seinastu dystirnar skotið sigursmálini fyri tær kongabláu, og saman við liðfeløgunum mynda tær eitt fjølbroytt og samanlagt sera sterkt KÍ lið.
NSÍ – B36 við Løkin kl. 15
Eystanstevnudysturin er møguliga mest spennandi dysturin hetta umfarið. Bæði liðini eru komin væl frá byrjan í kappingini, hóast tey ikki vóru millum favorittarnar at byrja við, og í báðum legum síggja tær fram til ein væntandi spennandi dyst.
– Vit eru klárar til ein strævnan og javnan dyst, ið kann koppa báðar vegir. Vit hava gott sjálvsálit, og vit trúgva uppá egin evnir, men vit hava eisini stóra virðing fyri góðskuni hjá B36, sigur Heidi Sevdal, liðskipari hjá NSÍ við heimasíðuna hjá FSF.
Í B36 leguni er hýrurin eisini góður undan dystinum sunnudagin. Javnleikurin móti HB er farin afturum, og Bára S. Magnussen og Birita Rasmussen, sum báðar hava drigist við skaðar, síggja nú út til at vera klárar aftur. Hetta styrkir útiliðið heilt nógv, og tað hava tær brúk fyri, um tær skulu basa NSÍ, sum óivað ætlar sær trý stig í stevnudystinum á heimavølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald