Fótbóltur

Tottenham fekk bjargað einum stigi móti Brentford

Heimaliðið var á odda 2-0 í fyrsta dystinum á Boxing Day, men Kane og Højbjerg slóu til í seinna hálvleiki.

Christian Nørgaard legði upp til 2-0 málið hjá Brentford - Pierre-Emilie Højbjerg tryggjaði Tottenham javnleik (Mynd: EPA)

Christian Nørgaard legði upp til 2-0 málið hjá Brentford - Pierre-Emilie Højbjerg tryggjaði Tottenham javnleik (Mynd: EPA)

2022-12-26 16:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. jóladag eru sum vant nógvir Premier Leaguedystir á skránni. Í ár er einki undantak, hóast eitt HM-endaspæl hevur verið á skránni, og finalan í Katar varð spæld fyri bert átta døgum síðani.

Tað vóru Tottenham og Brentford, ið løgdu út. Talan var um stuttan túr hjá Conte og hansara monnum til vestara part av London, har heimaliðið var omaná ein góðan part av dystinum.

Eftir eitt korter legði Vitaly Janet Brentford á odda, og Tottenham hevði ilt við at fáa svara aftur. Níggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk Brentford horna, og tað endaði við, at Ivan Toney - ið hevur ákærur um at ólógliga hava vedda móti sær - prikaði bóltin í málið.

Tíggju minuttir seinni kom Tottenham inn í dystin. Clement Lenglet legði innfyri úr vinstru, og Harry Kane stútaði bóltin væl í málið. Við hesum hevur áleyparin skorað móti øllum teimum 32 ymisku liðunum, sum hann hevur spælt ímóti í Premier League. Bert fimm minuttir seinni javnaði Tottenham, tá Pierre-Emilie Højbjerg sendi bóltin í longra málhornið.

Útiliðið hevði trýst á í stórum parti av teimum seinastu tjúgu minuttunum, men Brentford stóð ímóti. Hóast Tottenham fekk vent einum hóttandi tapi til stig, so var tað ikki tað besta úrslitið hjá liðnum, sum kappast um Champions League.

Premier League 17. umfar
2. jóladag

Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)

Byrjaðu klokkan 15: 
Crystal Palace - Fulham (0-1)
Everton - Wolves (1-1)
Leicester - Newcastle (0-3)
Southampton - Brighton (0-2)

17.30: Aston Villa - Liverpool 

20.00: Arsenal - West Ham

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder