Tveir dystir vóru á skránni í 37. umfarið í Premier League sunnudagin.
Á Vitality stadium tók Bournemouth ímóti Southampton. Gestirnir vunnu dystin 2-0 við málum frá Danny Ings og Che Adams.
Í London tók Tottenham ímóti Leicester. Bæði liðini stríðast fyri evropeiskum plássum, har Leicester stríðist fyri, at koma í Champions league, meðan Tottenham eltir Europa League plássini.
Tottenham avgjørdi dystin í fyrra hálvleiki, har teir skoraðu trý mál. Tá seks minuttir vóru leiktir var Leicester leikarin James Justin óheppin og sendi bóltin í egið net. Átti minuttir fyri steðgin økti Harry Kane til 2-0. Tríggjar minuttir seinni var Kane aftur á blettinum og skoraði til endaliga úrsliti 3-0.
Við sigrinum kom Tottenham uppá sætta pláss, ið gevur atgongd til Europa League. Tottenham hevur tvey stig meir enn Wolves, sum spælur sín dyst í 37. umfarið mánakvøldið. Leicester liggur á fjórða plássi, har teir eru javnur í stigum við Manchester United, sum hevur ein dyst færri. Júst Leicester og Manchester United møtast í seinasta umfarinum í Premier League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald