Níggju dystir eru á skránni í Premier League í dag, og spælt verður fýra ymiskar klokkutíðir. Fyrsti dystur var á Tottenham Hotspur Stadium, har Tottenhamm tók ímóti Brighton.
Sum heild var talan um ein javnan fyrra hálvleik, uttan teir heilt stóru møguleikarnar. Harry Kane skeyt bóltin í netið einaferð, men málið var kolldømt av VAR, orsaka av rangstøðu. Tað vóru gestirnir úr Brighton, ið heldur óvæntað løgdu seg á odda, tá Adam Webster stútaði bóltin í netið í 37. minutti, eftir fríspark úr høgru.
Sjey minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Harry Kane fyri Tottenham, tá hann í tveimum føri royndi seg. Tá 72 minuttir vóru leiktir legði Dele Alli Tottenham á odda 2-1. Brighton royndi at trýsta fyri at fáa tað útjavnandi málið, men teir megnaðu aldrin, at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnir, og tað endaði við einum 2-1 sigri til Tottenham.
Átta dystir vera seinni í dag, seks av teimum byrja klokkan 15, har Carlo Ancelott og Mikel Arteta av fyrsta sinna standa á odda fyri ávikavist Everton og Arsenal. Klokkan 17.30 tekur Manchester United tekur ímóti Newcastle, meðan Leicester tekur ímóti Liverpool klokkan 20.00.
Premier League, 19. umfar
 Boxing Day, 26. desember
 
 Tottenham – Brighton 2-1 
 
 (15.00): Aston Villa - Norwich
              Bournemouth - Arsenal
              Chelsea - Southampton
              Crystal Palace - West Ham
              Everton - Burnley
              Sheffield United - Watford
 
 (17.30): Manchester United - Newcaslte
 
 (20.00): Leicester - Liverpool
 
 Í morgin: Wolves - Manchestter City
Støðan: 
 1. Liverpool (49 stig) 
 2. Leicester (39 stig) 
 3. Manchester City (38 stig)
 4. Chelsea (32 stig) 
 5. Tottenham (29 stig) 
 6. Sheffield United (28 stig)
 7. Wolves (27 stig)
 8. Manchester United (25 stig) 
 9. Newcastle (25 stig) 
 10. Burnley (24 stig) 
 11. Arsenal (23 stig)
 12. Crystal Palace (23 stig)
 13. Brighton (20 stig)
 14. Bournemouth (19 stig)
 15. Everton (19 stig) 
 16.  West Ham (19 stig)
 17. Southampton (18 stig)
 18. Aston Villa (15 stig)
 19. Norwich (12 stig) 
 20. Watford (12 stig)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald