Hondbóltur

Tretivu leikarar til landsliðsvenjing hesa vikuna

Heili 19 av teimum spæla uttanlands. A-landsliðið hjá monnum venur saman hesa vikuna, sum liður í fyrireikingini til HM-undankappingardystirnar í Føroyum mitt í januar.

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller hava hesa vikuna møguleika at síggja nógvar ymiskar leikarar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller hava hesa vikuna møguleika at síggja nógvar ymiskar leikarar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-11-02 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder
A-landsliðið við monnum hevur í hesum døgum ein gyltan møguleika at fyrireika seg til komandi HM-undankapping, sum verður í Føroyum mitt í januar.

14. – 16. januar vera mótsstøðuliðini Lettland, Italia og Luksemborg. Hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið hittust aftur í januar og ein góður møguleiki hjá  Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, at síggja nógvar leikarar.

Nýggju venjararnir hava tikið ein breiðan hóp út til venjingarnar hesa vikuna. Tretivu leikarar hava møguleikan at vísa seg fram. Nøkur nýggj nøvn í A-landsliðshøpi eru at síggja - áhugavert er eisini, at heili 19 teirra til dagliga spæla uttanlands:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (Ísland)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Pauli Jacobsen, H71
Eli Gærdum, StÍF

Vengur:
Sjúrður Olsen, TM Tønder (Danmark)
Rói Berg Hansen, HØJ (Danmark)
Leivur Mortensen, Odder (Danmark)
Janus Dam Djurhuus, H71
Bogi Hansen, H71
Pætur Thomsen, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg Århus (Danmark)
Allan Norðberg, KA Akureyri (Ísland)
Nicklas Selvig, KÍF

Bakkar:
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Pauli Mittún, H71
Brandur Halgirson, Ajax København (Danmark)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (Ísland)
Dánjal Ragnarsson, ÍBV (Ísland)
Julian Kragesteen, ATSV Habenhausen (Týskland)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (Noreg)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (Svøríki)
Vilhelm Poulsen, Fram (Ísland)
Áki Egilsnes, EHV Aue (Týskland)
Kjartan Johansen, Önnereds (Svøríki)

Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (Noreg)
Pætur Mikkjalsson, KA Akureyri (Ísland)
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (Danmark)
Rókur Akralíð, HC Odense (Danmark)
Rógvi Dal Christiansen, Fram

Vikan endar við einum innanhýsis venjingardysti leygardagin 6. nov kl. 15.30 í Høllini á Hálsi, har tvey lið samansett av landsliðsleikarum fara at dystast.

Hondbóltssamband Føroya skrivar eisini, at U18-landsliðið venur eisini saman hesa vikuna. Teir fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro í august 2022.

Liðið skal spæla tveir venjingardystir móti U18-landsliðnum hjá Noreg, ávikavist hós- og leygardagin í Høllini á Hálsi - 19.30 og 18.00.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder