Annað

Tríggir kunnu vinna FM

Tað er spenningur við lít fyri seinasta umfar í FM-kappingini í talvi, sum er á skránni í dag, Langa fríggjadag, á Skúlatrøð í Klaksvík.

Høgni Egilstoft Nielsen telvaði væl ímóti unda Lutjen Apol í gjár - í dag skal vágamaðurin stríðast ímóti Hans Kristian Simonsen, ið er á odda undan seinasta umfarinum

Høgni Egilstoft Nielsen telvaði væl ímóti unda Lutjen Apol í gjár - í dag skal vágamaðurin stríðast ímóti Hans Kristian Simonsen, ið er á odda undan seinasta umfarinum

2021-04-02 11:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kappingin um FM hjá einstaklingum stendur millum tríggjar telvarar úr hvør sínum felagi. Tað er stórur møguleiki fyri, at tað kemur at standa á jøvnum millum tveir av hesum trimum, tí bert eitt hálvt stig skilur nummar eitt frá nummar trý. Um so er, so skal FM-heitið skal avgerast við umdysti, og so verður avgerðin at bíða til páskaaftan leygardagin.

Nú seks av sjey umførum eru avgreidd, sæst, at teir tríggir fremstu eru farnir langt undan hinum. Og hyggur tú av avrikunum, er skjótt at staðfesta, at stórur munur er á leikdygdini hjá hesum trimum og hinum. Stutt sagt er klassamunur á Hans Kristiani, Martini, Høgna og so hinum. Vit kunnu eisini siga, at hinir fýra hava ikki verið mentir at geva oddamonnunum munadygga mótstøðu.

Tað tykist eisini, sum hevja teir tríggir sítt spæl av álvara, nú tað sansar at móti endanum. Martin og Høgni telvaðu báðir sannførandi og vunnu instruktivt í gjár, skírishósdag. Hans Kristian var ikki líka stílreinur, men hevur kortini yvirskot og rástyrki til at finna loysnir í krevjandi støðum.

[object Object]
Hans Kristian Simonsen (t.v.) megnaði at halda fast í leiðsluni 

Hans Kristian fekk ikki stórvegis burturúr við svarta fólkinum í frúgvaindiskari byrjan móti Samson. Kollfirðingurin kendi seg seinni noyddan at offra eina finnu fyri at skunda undir eitt álop, men við røttum verjuspæli átti Samson at gagnnýtt betur ta góðu støðu, hann í veruleikanum hevði. Hans Kristiani til rós skal sigast, at hann hevur hugflog og dirvi at finna kreativar, um enn í so váðafúsar loysnir at forða fyri, at støðan fánar burtur í eitt deytt remis. Brádliga snýtti Hans Kristian vestmenningin við góðari taktiskari vending.

Martin vann somuleiðis sannførandi á Margari. Frúgvauppbýtið var Martini til fyrimunar, tí Margar stendur eftir við veikari avbyrgdari miðfinnu. Martin telvaði Margar niður posisjónelt.

Sama kann sigast um talvið millum Høgna og Luitjen. Høgni fekk skjótt góða støðu - óvæntaði annar leikurin hjá honum við hvíta fólkinum í sisilianskum (2. a3!) - tók kanska Luitjen á bóli. Høgni telvaði sera væl og vann ógvuliga sannførandi.

Støðan í FM-bólkinum 
 
1. Hans Kristian Simonsen, KT 5½
2. Martin Poulsen, HT 5
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5
4. Margar Berg, HT 2½
5. Rani Nolsøe, KTF 2
6. Luitjen A. Apol, HT 1½
7. Haldur S. Johansen, KTF 1½
8. Samson Højgaard, VT 1

 
6. umfar: 1. apríl (skírisdag)
Samson - Hans Kristian 0 - 1
Margar - Martin 0 - 1
Høgni - Luitjen 1 - 0
Rani - Haldur ½ - ½

7. umfar: 2. apríl  (í dag, langafríggjadag)
Hans Kristian - Høgni
Martin - Samson
Haldur - Margar
Luitjen - Rani

Seinnapartin er seinasta umfar á skránni. Tá møtast Hans Kristian Simonsen og Høgni Egilstoft Nielsen í oddadyst. Hans Kristian hevur hvíta fólkið. Triði FM avbjóðarin, Martin Poulsen, telvar við hvítafólkinum móti Samson Højgaard. 

Ein fyritreyt fyri, at tað kann standa heilt á jøvnum millum tríggjar, er, at Martin vinnur sítt talv. Ger hann ikki tað, verður talvið millum hinar báðar ein FM-finala burturav.

Allir tríggir hava roynt at vinna FM áður. Martin Poulse eigur fýra FM-heiti (2003, 2004, 2006, 2009), Høgni Egilstoft Nielsen tvey (2014 og í fjør), og Hans Kristian Simonsen vann í 2002. 

Klokkurnar á Skúlatrøð í Klaksvík verða settar í gongd klokkan 14.00. Til ber at fylgja við beinleiðis, leik fyri leik á øllum borðum, umvegis heimasíðu Talvsambandsins
 

32 luttakarar í hinum bólkunum

Telvarar úr Klaksvíkar Talvfelag standa seg best í hinum báðum bólkunum. Átjan telva í almenna bólkinum, og fjúrtan hjá unglingunum.


Almenni bólkurin
1. Janus Skaale, KTF 5½
2. Henrik W. Joensen, RT 5
3. Heðin Gregersen, KTF 4

18 luttakarar

Unglingar
1. Jónas Sólsker, KTF 5
2. Rókur Davidsen, KTF 4½
3. Brestir Samuelsen, HT 4½

14 luttakarar

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder