Fótbóltur

Tríggir persónar fluttir á sjúkrahús

Talan var um ein harmonikusamanstoyt í Søldarfirði; í løtuni er ferðslan við at koma í rættlag aftur.

2019-08-20 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin var eitt ferðsluóhapp á Søldarfjarðarvegnum og á Niðara Vegi. Ein bilur rendi í afturpartin á bilinum frammanfyri, sum so rendi í ein triðja. 

Sjúkrabilur kom á staðið, og tríggir persónar vórðu fluttir á Landsjúkrahúsið. Teir eru nú til kanningar, og hóast vakthavandi ikki kundi siga júst, hvat slag av skaðum talan var um, so var einki sum bendi á, at nakar var í lívsvanda.

Á løgreglustøðini vistu tey at siga, at fyri tjúgu minuttum síðandi var framvegis óskil á ferðsluni í Søldarfirði, ið stóð heilt still í yvir ein tíma eftir óhappið. Nú er hon við at koma í rættlag aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder