Fótbóltur

Tróndur er tunnilsgávan til NSÍ-fjepparar

27-ára gamli havnarmaðurin skal styrkja um miðvøllinum hjá NSÍ. Tróndur Jensen skiftir úr HB.

Tróndur Jensen - her í dysti móti NSÍ í 2018 ið var hansara besta kappingarár higartil (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tróndur Jensen - her í dysti móti NSÍ í 2018 ið var hansara besta kappingarár higartil (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-19 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fáar tímar eftir at Eysturoyartunniln varð latin upp fyri ferðslu, kunngjørdi NSÍ sín fyrsta styrk til komandi ár, og tað er ein royndur og dugnaligur leikari úr høvuðsstaðnum.

27-ára gamli Tróndur Jensen fekk álvarsaman knæskaða á heysti í fjør og spældi bert átta dystir fyri besta liðið hjá HB farna kappingarár. Tann seinasti var í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið móti NSÍ. Nú skal Tróndur spæla fyri eitt annað felagið enn barndómsfelagið, ið miðvallarin hevur vunnið FM og steypakappingina við tvær ferðir.

Tað er felagið úr Runavík, sum komandi ár fer at njóta gott av gávunum hjá Trónda, ið byrjaði inni tríggjar ferðir á liðnum hjá Jens Berthel Askou í heyst.

NSÍ hevur í dag kunngjørt, at Tróndur Jensen hevur skrivað undir sáttmála við felagið. Hann verður lýstur sum sera evnaríkur leikari og ein maður við nógvum royndum. Tróndur hevur leikt beint yvir 200 dystir í Betrideildini, steypakappingini og evropeiskum kappingum samanlagt. 10 av teimum hava verið við AB - restin við HB sum eisini hevur mist Mathias Nygaard og møguliga heldur ikki hevur Mikkel Frankoch í hópinum til komandi ár.

NSÍ endaði í fjør á 2. plássi í Betrideildini - seks stig aftanfyri júst HB.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder