Fótbóltur

Tróndur Vatnhamar aftur í HB

Seinastu árini hevur hann verið málmansvenjari hjá grannunum fyri sunnan, men í ár verður tað HB.

Frøi á monnum - og Vatnhamar uttast til vinstru - undir dystinum móti The New Saints í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)

Frøi á monnum - og Vatnhamar uttast til vinstru - undir dystinum móti The New Saints í fjørsummar (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-11 11:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tróndur Vatnhamar verður aftur at síggja í HB-húsinum. Hesum boðar felagið frá fyrrapartin.

Sumn leikari var hann í felagnum frá 2005-2008 og spældi 45 dystir á besta mansliðnum. Frá 2013 til 2017 var hann málmansvenjari hjá besta mansliðnum, og nú vendir hann aftur sum málmansvenjari eftir at hava verið hjá grannunum í B36 í nøkur ár.

Tróndur Vatnhamar er eisini kendur úr miðlunum, har hann millum annað hevur sendingina Fótbóltsprát í Kringvarpinum. Meðan hann var málmansvenjari í B36, umrøddi gestirnir KÍ, og hetta fekk venjaran í KÍ at gera vart við sína ónøgd. Tað hevði við sær, at annars fryntligi veturin var tikin av sendingini eitt tíðarskeið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder