FSF: Sunnudagin var síðsta umfar í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni, og sum úrslitini háttaðu seg, er tað vorðið rættuliga trongligt, bæði í toppinum og í botninum í kappingini.
Við Løkin í Runavík vann NSÍ 5-2 á oddaliðnum, Víkingi. Í steðginum var støðan 3-0 til runavíkskvinnur, sum grundløgdu sigurin við trimum málum frá Heidi Sevdal, meðan Julia Naomi Mortensen og Sigrid Jacobsen skoraðu hvør sítt. Málini hjá Víkingi gjørdu Jensa Tórolvsdóttir og Lea Lisberg.
Í Eiðinum í Vági hevði TB/FCS/Royn vitjan av klaksvíkskvinnum, sum fóru um suðuroyarfjørð aftur við einum 6-0 sigri í viðførinum. Tóra Mohr stóð fyri trimum á málunum, meðan Eyðvør Klakstein, Maria Vinjardsdóttir Johansen og Ranja Joensen skoraðu eitt mál í part.
Í botninum er eisini blivið rættuliga spennandi, serliga eftir at Skála sunndagin vann 1-0 á B36. Sigursmálið hjá teimum appelsingulu skoraði Arnfríð Jacobsen tá 37 minuttir vóru spældir.
Fjórði dysturin var í Hoyvík, har FC Hoyvík tók ímóti HB. Í hálvleikinum vóru tær reyð-svørtu á odda 3-0, við málum frá Sunnivu Wollemoes, Rúnu Jacobsen og Hallu Morgan Ejdesgaard. Í steðginum kom Rebekku Benbakoura – sum eftir eitt hálvt ár í grikskum fótbóltum, skifti til HB í summar – á vøllin, og við fýra málum syrgdi Rebekka fyri, at HB vann 7-0.
Útsetti dysturin millum FC Hoyvík og NSÍ, verður spældur við Løkin í Runavík mikukvøldið klokkan 19.
Fyrsta umfar í endaspælinum verður eftir ætlan spælt sunnudagin 1. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald