Hondbóltur

Trúgvi Hávardsson ellivu upplegg og dagsins maður í tapi í íslendskari StÍF-uppgerð

Bjarni í Selvindi var ikki við, men Allan Norðberg skoraði nøkur mál í 38-29 sigrinum hjá Vali í Kópavági. Fyri heimaliðið gjørdi ein annar strandingur bart - eitt annað føroyingafelag spældi javnleik.

Í trimum kappingardystum í bestu íslendsku deildini hevur Trúgvi Hávardsson samanlagt heili 27 upplegg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í trimum kappingardystum í bestu íslendsku deildini hevur Trúgvi Hávardsson samanlagt heili 27 upplegg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-17 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flestu dystirnir í 3. umfari í bestu íslendsku mansdeildini vóru á skránni í gjárkvøldið, mikudagin.

Í Kópavági var uppgerð millum føroyingafeløg, har strandingar vóru á hvør sínum liði.

Sum væntað vann Valur á HK. Allan Norðberg skoraði tvey mál í dystinum, sum Bjarni í Selvindi ikki var við í. Bakkurin, sum eisini er vaksin upp í StÍF, hevur vøddaskaða at dragast við. Talan er um fipurskaða í bakpælarinum

[object Object]
Allan Norðberg, longst til vinstru, var við í greiðum sigri hjá Vali (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hjá Trúgva Hávardssyni gekst ikki so væl at skjóta. 21-ára gamli spælskiparin av Strondum hevði fýra skot og skoraði eina ferð. Men eins og í undanfarnu dystunum, var Trúgvi ógvuliga eyðsýndur í upplegsspælinum.

Hann varð skrásettur fyri heili 11 upplegg í 11-máls tapinum. Harvið hevur Trúgvi Hávardsson samanlagt 27 upplegg í trimum landskappingardystum.

Ungi føroyingurin varð mettur sum besti maður hjá HK, útfrá tølunum. Liðið er tó aftast eftir tríggjar dystir við ongum stigi. 

Sí støðuna og dystarskrá her

Á útivølli móti UMF Selfoss spældi Stjarnan javnleik, 34-34, eftir at hava verið á odda 19-17 í steðginum. Tóki Friðriksson skoraði tvey mál av strikuni og Jóhannes Bjørgvin eitt mál av vonginum.

Í dag klokkan 16.30 føroyska tíð takur Fram ímóti ÍBV í Lambhagahøllini. Harvið skal Dánjal Ragnarsson spæla ímóti felagnum, sum hann vann meistaraheiti við í 2023. Fram hevur higartil fult stigatal og vann heili 47-40 á Vali í síðstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder