2022-01-11 21:57
Tað ljóðaði fyrr í dag, at HB og 42 ára gamli danin Kim Engstrøm vóru í tøttum samráðingum.
Í kvøld er Kim Engstrøm settur sum høvuðsvenjari á besta liðnum hjá HB. Talan er um ein sáttmála sum er galdandi næstu trý árini.
Kim Engstrøm hevur hægstu venjaraútbúgving – UEFA Pro Licence. Síðani 2016 hevur Kim verið venjari hjá U19-liðnum hjá OB, sum hann vann danska meistaraheitið við í 2020.
HB boðaði í gjár frá, at neyðugu loyvini hjá hjálparvenjaranum Kevin Schindler ikki fóru at koma upp á pláss fyribils, og ætlanin um, at hann skuldi yvirtaka starvið sum høvuðsvenjari var tí slept.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald