Annað

Trý brøðrapør á A-landsliðnum

Føroyska landsliðið spælir tveir dystir í Tblisi í Georgia um vikuskiftið.

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2025-06-25 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki óvanligt at systkin gera somu ítróttargrein. Tað kemur eisini meir enn so fyri at systkin eru á somu liðum og síðani enda á landsliðum. Men, tað er heldur óvanligt at trý pør av beiggjum eru á A-landsliðnum samstundis og at teir harafturat allir hava ein lyklaleiklut á liðnum.

Men tað er núgaldandi fyri føroyska A-landsliðið í flogbólti.
Talan er um tvíburðarnar Filip Ilic (kantur) og Vuk Ilic (diagonalur), sum spæla við Mjølnir í Klaksvík.

Síðan eru tað Jákup Árni Elisson Wang, ið spælir við ASV Århus, og stórabeiggja hansara, Jóhan Arni Elisson Wang úr Fleyr – teir spæla báðir miðja.

Triðja brøðraparið er Hjørtur Joensen (diagonal) og lítlibeiggi hansara, Bjarni Joensen (kantur), sum báðir hava sín uppruna í Sørvágs Ítróttafelag.

Umframt hesa serligu beiggja samanseting, er høvuðsvenjarin hjá liðnum, Boban Ilic, eisini pápi at tvíburunum Filip og Vuk Ilic.

Føroyska manslandsliðið í flogbólti spælir tveir dystir í Silvurliguni um vikuskiftið. Móti Luksemburg leygardagin og móti Georgia sunnudagin. Báðir dystirnir verða spældir klokkan 16 í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi. 

[object Object]Trý brøðrapør á landsliðnum, Filip Ilic, Vuk Ilic, Jákup Árni Elisson Wang, Jóhan Arni Elisson Wang, Hjørtur Joensen og Bjarni Joensen (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder