Um vikuskiftið bleiv kappast í olympiskari vektlyfting og trý føroysk met vórðu sett. Asta Egilstoft Nielsen, sum til dagligt venur hjá Styrkifelagnum Stoyt, megnaði at seta trý føroysk met og fáa seks av seks lyftum góðkend.
Asta økti tað føroyska metið í trekk frá 33 kg til 47 kg, vend og stoyt frá 61 kg til 62 kg og harvið økti hon tað samlaða úrsliti frá 80 kg til heili 109 kg.
Venjari í Styrkifelagnum Stoyt, Pól Hendrikur Andreasen, er nøgdur við úrsliti. Pól leggur avtrat at málið hjá teimum er at náa væl longri enn tey 108kg sum Asta fekk um vikuskifti. Venjarin heldur, at tað skuldi latið seg gjørt at fáa Astu klára til norðurlandska meistaraheitið komandi ár. Kravið til hesa kappingina er ein tveykampur uppá umleið 140 kg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald