Tríggir dystir vórðu leiktir í bestu hodbóltsdeildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Spenningur er um fjórða plássið
Ein dystur varð leiktur í gjár. Neistin tók í ímóti Stjørnuni í Høllini á Hálsi, og har var ongantíð nakar ivi um. Allan dystin vóru neistakvinnur á odda við nøkrum málum, og sum fráleið gjørdist munurin bara størri. Úrslitið gjørdist 26-22 í einum dysti, har hálvleiksstøðan var 13-9 til Neistan.
Seinnapartin í dag var lagt upp til veruligt brak í Høllini á Hálsi har H71 sum liggur á øðrum plássi í deildini og Kyndil sum liggur á fyrsta plássi hittust. Tað var tó H71, sum var omaná tá avtornaði, og vann dystin við tveimum málum 26-24. Kyndil hevði annars eina eittmáls leiðslu í hálvleikinum tá støðan var 12-11.
Mest óvæntaða úrslitið kom í Vági. VÍF á fjórða plássi var á vitjan hjá VB, sum við einum sigri í dag kundi blanda seg upp í stríðið um fjórða plássið. Vestmannakvinnur vóru á odda tá liðini fóru til hálvleiks, 17-15, men eitt effektivt VB-lið í seinna hálvleiki hevði við sær, at tær bláu og reyðu úr Vági vunnu við trimum málum, 26-23.
Sostatt kemur VB upp á átta stig, og nærkast av álvara StÍF og VÍF, sum kappast um fjórða plássið.
Úrslit
Neistin - Stjørnan (26-22)
Kyndil - H71 (24-26)
VB - VÍF (26-23)
SMS kvinnur
1. Kyndil (20 stig)
2. H71 (19 stig)
3. Neistin (16 stig)
4. VÍF (10 stig)
5. StÍF (9 stig)
6. VB (8 stig)
7. Stjørnan (2 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald