Fótbóltur

Trý mál í tveimum dystum móti Spania

Í seinnu hálvu av 90'árunum møttu Føroyar stóru fótbóltstjóðini tvær ferðir, og føroyingar skoraðu í báðum dystunum.

Í teimum báðum fyrstu dystunum í undankappingini skoraðu Føroyar, her eftir brotsspark frá Viljormi í Rumenia. Spurningurin er, um Føroyar eisini kunnu fegnast um eitt ella fleiri mál á Tórsvølli fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Í teimum báðum fyrstu dystunum í undankappingini skoraðu Føroyar, her eftir brotsspark frá Viljormi í Rumenia. Spurningurin er, um Føroyar eisini kunnu fegnast um eitt ella fleiri mál á Tórsvølli fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-04 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Todi Jónsson, Uni Arge og Jens Kristian Hansen. Allir hava spælt nógvar landsdystir fyri Føroyar og nógvar av teimum saman. Tað sum hesir tríggir, ið hava 126 landsdystir og 20 mál tilsamans, eisini hava til felags er, at allir hava skorað móti Spania.

Í undankappingini til HM-endaspælið í 1998 vóru Føroyar á fyrsta sinni í bólki við Spania. 4. september 1996 vitjaði mæta fótbóltstjóðin við leikarum sum Guardiola, Enrique og Hierro á Svangaskarði. Luis Enrique úr Barcelona legði útiliðið á odda stutt fyri hálvleik, men beinanvegin eftir steðgin sló Todi Jónsson úr FCK til og javnaði. Støðan helt eina løtu, men so vístu spaniólar effektivitet, og tá Uni Arge skoraði í 90. minutti, minkaði hann um munin til 6-2. Eins og við málinum hjá Toda var talan um gott uppspæl, áðrenn avsluttað varð sera væl. 

Hóast 6-2 tapið vísti føroyska liðið til tíðir góðar taktir, og tað gjørdi tað eisini í seinna dystinum móti Spania. 3-1 tapið í Gijón í november árið eftir varð sanniliga mett sum heiðurligt tap. Spaniólar kravdu stórsigur, men dysturin varð ikki endaiga avgjørdur fyrren smáar tígggju minuttir fyri leiklok, tá Luis Enrique í sínum heimbýi gjørdist tvífaldur málskjútti. Hetta var málið til 3-1; beint fyri hálvleik minkaði føroyski verjuleikarin, Jens Kristian Hansen, um munin við frálíkum fluktara. 

Tað eru 22 ár síðani, vit seinast hittu Spania, og nógv vatn er runnið í ánna. Fram til 2008 var landið á iberiusku hálvoynni kent sum landið, ið altíð hevði góðan hóp og varð mett at kunna bjóðað av um gull í stóru kappingunum, men sum altíð kiksaði tá ástóð. Men so vann Spania EM, HM og so EM aftur við tiki-taka stílinum og nógvum framúr leikarum. Seinastu árini hevur aftur gingið illa í endaspælunum, men spaniólar koma altíð í endaspølini uttan himpr. Luis Enrique er nú landsliðsvenjari; hann tók við eftir HM-endaspælið í Russlandi, har Hierro fyribils stóð á odda fyri liðnum, ið varð sligið út av vertunum í áttandapartsfinaluni eftir brotssparkskapping. 

Hóast grundarlagið er lítið, so er tað ikki hissini at hava meira enn eitt mál í miðal pr. dyst móti so stórari fótbóltstjóð, og spennandi verður, um okkara leikarar aftur kunnu loypa hvøkk á spaniólar fíggjakvøldið, tá londini hittast á Tórsvølli.  

Tøl: FaroeSoccer og FSF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder