Fótbóltur

Tryggur sigur á Turkalandi - spæla um víðari luttøku leygarkvøldið

Føroyar vunnu 40-28 í øðrum dystinum í U20 EM, har allur hópurin kom í spæl. Sveis er á skránni í avgerandi bólkadystinum, sum sjálvandi sæst á Portalinum.

Tveir av profilunum hjá Føroyum, Bjarni Gunnarsson Jacobsen í málinum og Rúnar Hammer (Mynd: AVA Photography)

Tveir av profilunum hjá Føroyum, Bjarni Gunnarsson Jacobsen í málinum og Rúnar Hammer (Mynd: AVA Photography)

2026-07-09 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar eru eitt betri lið enn Turkaland, og tað varð staðfest við sjey tumma-seymi í Cluj-Napoca í dag.

Føroyar fingu skjótt eina leiðslu og fóru serliga frá eftir eitt leikbrá, sum Scott Harrington tók eftir 17 minuttir. Síðani spældu Føroyar 7 móti 6 í álopinum og 5-1 í verjuni eina løtu. Eftir tað var eingin stórur spenningur í EM-dystinum.

Tað hjálpti, at stóri strikuspælarin Kayra Mete fekk reytt kort eftir fáar minuttir. Triðja reyða kortið dømt móti Føroyum í EM-endaspælinum, og var hendan eftir at Rùnar Hammer bjóðaði av.

Sum heild hevði Turkaland torført við at tálma kvika og snilda føroyska bakspælaranum, sum serliga var eyðsýndur, tá Føroyar fóru frá. Hann, Pauli Rasmussen, toppskjúttin Jákup Egholm og fleiri aðrir, sum spældu so at siga allatíðina móti Serbia í gjár, fingu eisini hvíld.

Allir hópurin varð nýttur, og hóast dysturin var óruddiligur í løtum, so vístu teir flestu seg væl fram. Millum annað Lýðar í Dímun í báðum endum av vøllinum og serliga Filip Haldansen. Hávaksni vestmenningurin á høgra bakki skeyt sjey ferðir og skoraði eisini sjey ferðir, umframt at Filip fann aðrar goðar loysnir. Hann varð kosin dagsins spælar hjá Føroyum eftir dystin.

Bjarni Gunnarson Jacobsen stóð aftur ein frálíkan dyst í málinum: 11 bjargingar, sum svarar til 38 prosent av skotunum, tíðina hann var inni. VÍF'arin trýsti eisini skjúttar at skjóta framvið og uppum.  

Tað var 21-14 í steðginum og hóast heldur ivasama føroyska byrjan eftir steðgin, so endaði tað við stórsigri: 40-28 og U20-dreingirnir hava nú hvíld í stór tvey samdøgur, og tað kann vera við góðari kenslu.

Myndir: 40 mál og tvey góð stig móti Turkalandi

Serbia og Sveis spæla í kvøld klokkan 17.30, men líkamikið hvat endar har, so verður dysturin hjá Føroyum móti Sveis avgerandi um, hvør fær minst annað plássið í miðumfarinum. Og Føroyar fara at hava tað á egnum honum. Endaligu fyritreytirnar, hvussu nógv mál man skal vinna við til dømis, vera greiðar í kvøld. Innanhýsis málúrttøka kann gerast avgerandi.

U20 EM, Bólkur B
2. umfar - hósagin 9. juli
Føroyar - Turkaland 40-28 (21-14)

Dystargongdin:
10 min. 6-5
20 min. 13–8
30 min. 21–14
40 min. 27–18
50 min. 33–22
60 min. 40–28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 8 (2)
Filip Haldansen 7 (Dagsins spælari)
Pauli Rasmussen 5
Rúnar Hammer 4
Lýðar í Dímun 3
William Napoleon Djurhuus 3
Jón Eyðunsson Midjord 2
Helgi Jakob Halldórsson 2
Fríði Holm í Innistovu 1
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Julian Joensen 1

Málverjar:
Bjarni Gunnarson Jacobsen. 40 min. 10 bjargingar
Ingi Johannesen. 20 min. 1 mál og 3 bjargingar

Sí øll hagtølini her

Støðan Í BÓLKIUM:
1. Sveis 2 stig
2. Serbia 2 stig
------------------
3. Føroyar 2 stig *
4. Turkaland 0 stig *

* Ein dyst fleiri - Sveis og Serbia spæla í kvøld klokkan 17.30

Føroyar spæla seinasta bólkadystin móti Sveis leygarkvøldið 11. juli klokkan 17.30. Portalurin stroymir og beinleiðis frásøgn er eisini á FM1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder