Hondbóltur

Tungur lærdómur í Reykjavík

39 mál ígjøgnum, bert níggju skotin eftir steðgin og samanlagt 15 mál á muni. Turru tølini frá venjingardystinum í kvøld eru ikki so pen, men føroyska liðið var væl við í 1. hálvleiki og kann helst brúka dystin víðari.

Tað var torført hjá føroyingunum at halda stinnu íslendingunum í kvøld (Mynd: mbl.is)

Tað var torført hjá føroyingunum at halda stinnu íslendingunum í kvøld (Mynd: mbl.is)

2023-11-03 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Íslands spældu í kvøld fyrra venjingardystin hetta vikuskiftið. Talan er um umráðandi lið í fyrireikingunum hjá liðunum til EM-endaspælið í januar.

Tað var ein javnur dystur í beint undir 25 minuttir. Føroyar fylgdu væl við og spældu serliga gott álopsspæl. Ferð var í, og 7 móti 6 gav nógv gott. Tað kostaði so eisini, tá føroyingar vóru ov seinir at renna út ella vístu ósketni við bóltinum. Teknisku villurnar sníktu seg eitt sindur inn sum fráleið, og stóri íslendski málverjin gav høvuðbrýggj.

Viktor Gísli Hallgrímsson úr franska Nantes hevði níggju bjargingar í báðum hálvleikunum - føroysku málverjarnir rukku uppá 10 samanlagt. Pauli Jacobsen og Nicholas Satchwell høvdu eisini nakað verri treytir. Hóast nakrar góðar verjustøður, serliga fyrsta korterið ella so, so megnaðu Føroyar ov sjálvdan at halda íslendingum, sum skoraði samanlagt 39 mál.

Tað var eisini risa góðska í serliga strikuspælinum og Ómar Inga Magnussyni. Magdeburg-bakkurin spældi størsta partin av dystinum og skoraði átta ferðir. Hóast nýggi íslendski venjarin skifti nógv út, fleyt spælið væl, og verjan var sterk.

Teir flestu í føroyska hópinum komu í spæl, og Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen royndu nógv ymiskt. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi teir fyrstu 25 minuttirnar, og tað sást eisini, at hann manglaði eftir tað, hóast yngri bróðurin tók við. Rói Ellefsen á Skipagtøtu fekk fýra mál og var óheppin ikki at fáa fleiri.

Munurin øktist so líðandi, og tá sá ikki serliga pent út á máltalvuni í 2. hálvleiki og tað samanum kom, tá 15 mál skiltu liðini. Ein áváring liggur í hesum: Tað kunnu avgjørt verða heilt tungir dystir at koma ígjøgnum í Týsklandi í januar. Talan er eisini um virðismiklan lærdóm - í morgin hevur føroyska liðið eisini møguleikan aftur.

Tað skal havast við, at føroyska liðið kom til Íslands fyrr í dag og, sum sagt vórðu kortini blandað nógv. Nógvir glottar vóru - serliga fyrstu løtuna - har Føroyar spældu upp við Ísland, sum avgjørt ikki er í veikara endanum av Evropa. 

Liðini spæla aftur í morgin klokkan 17.30. Kringvarpið vísir dystin. Tøl frá dystinum í kvøld niðanfyri.

EM-fyrieikingardystur
Laugardalshøllin, fríggjadagin 03.11
Ísland - Føroyar 39-24 (20-15)

Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 6-4 
15 min: 7-6
20 min: 11-11
25 min: 16-13
30 min: 20-15

35 min: 24-16
40 min: 27-18
45 min: 29-19
50 min: 33-20
55 min: 36-23
60 min: 39-24

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún 4
Elías Ellefsen á Skipagötu 4 (2)
Rói Ellefsen á Skipagötu 4
Ísak Vedelsbøl 2
Pætur Mikkjalsson 2
Jónas Gunnarsson Djurhuus 1
Teis Horn Rasmussen 1
Pauli Mittún 1
Vilhelm Poulsen 1
Hákun West av Teigum 1
Rói Berg Hansen 1
Allan Norðberg 1
Leivur Mortensen 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 5
Nicholas Satshwell 5



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder