Hondbóltur

Turið og Sveinur ársins spælarar

Turið Arge Samuelsen gjørdist stóri vinnarin á hondbóltsgalla á Drelnesi, har ársins spælarar vóru heiðraðir.

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Sveinur Olafson úr H71 gjørdust ársins spælarar (Mynd: HSF)

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli og Sveinur Olafson úr H71 gjørdust ársins spælarar (Mynd: HSF)

2024-05-18 21:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hondbóltsgallaveitslan er í kvøld í Salti á Drelnesi. Til veitsluna eru ársins spælarar, venjarar og dómarar heiðraðir.

Turið Arge Samuelsen úr Kyndli vann ikki færri enn tríggjar heiðrar umframt, at hon er á ársins liði. Hon gjørdist ársins spælari hjá kvinnum.

Sveinur Olafsson úr H71 gjørdist ársins spælari hjá monnum.

Hesi gjørdust ársins spælarar

Ársins spælarar
Kvinnur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Menn: Sveinur Olafsson, H71

Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Menn: Tróndur Johnson, VÍF

Ársins áleyparar
Kvinnur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Menn: William Skovsager, Kyndil

Ársins málverjar
Jovana Stranjanac, Kyndli
Milenko Jelic Jelkan, KÍF

Ársins verjuleikarar
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Tony Hammer Weyhe, KÍF

Ársins toppskjúttar
Kvinnur: Turið Arge Samuelsen, Kyndil (230 mál)
Menn: William Skovsager, Kyndil (163 mál)

Ársins venjarar
SMS deildin: Geir Wardum, Kyndil
Burn deildin: Mark Lausen-Marcher, H71

Ársins dómarapar
Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe

Ársins lið kosið av landsliðsvenjarunum.
Málverji: Jovana Stranjanac
Vinstri vongur: Hervør Niclasen
Vinstri bakkur: Turið Arge Samuelsen
Spælskipari: Natasja Hammer
Høgri bakkur: Bjørk F. Joensen
Høgri vongur: Inga Maria Roysdóttir
Strika: Bjarta Osberg Johansen

Ársins lið kosið av landsliðsvenjarunum.
Málverji: Milenko Jelic Jelkan
Vinstri vongur: Pauli Høj
Vinstri bakkur: William Skovsager
Spælskipari: Sveinur Olafsson
Høgri bakkur: Hallur Arason
Høgri vongur: Bogi Hansen
Strika: Ísak Vedelsbøl


--

Tey ið velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, venjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og atkvøðugreiðslan er almenn.

260 fólk eru meldað til gallaveitsluna í ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder