Fótbóltur

Tveir klaksvíkingar hava skrivað undir á Skála

27-ára gamli Heðin Klakstein heldur fram í felagnum. 21-ára gamli Jóhan Waag Høgnesen skal fyri fyrstu ferð av álvara royna seg í Betrideildini.

Heðin Klakstein hevur spælt 55 dystir fyri Skála farnu tvey árini (Mynd: Sverri Egholm)

Heðin Klakstein hevur spælt 55 dystir fyri Skála farnu tvey árini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-24 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála fekk í gjárkvøldið tveir leikarasáttmála uppá pláss afturat. Talan var um tveir heilt ymiskar miðvallarar, ið báðir eru uppvaksnir í KÍ. 

Greitt er nú, at Heðin Klakstein fer undir sítt triðja kappingarár á Skála. Hann kom til felagið í 2018, stutt eftir at pápi hansara, Eyðun Klakstein, hevði tikið við. Nú er Eyðun í Víkingi - Heðin heldur fram á Skála. Álopskendi miðvallarin hevur áður verið kosin til ársins leikara í KÍ, og hevur sambært FaroeSoccer samanlagt spælt 168 dystir í Betrideildini síðani 2012. Seinastu tvey árini hevur Heðin spælt 55 dystir í lands- og steypakappini við Skála og skorað seks mál.

[object Object]
Formaðurin í Skála, Rógvi Reinert Djurhuus, saman vaið nýggja leikaranum, Jóhan Waag Høgnesen (Mynd: Skála ÍF)

Jóhan Waag Høgnesen var nøkur ár í Sønderjyske, har hann var partur av ungdómsakademiinum. Annars hevur Jóhan altíð leikt við KÍ. Nú er hann 21 ár og roynir nýggjar leiðir. Síðani hann kom aftur til Klaksvíkar, hevur Jóhan Waag Høgnesen spælt fast í 1. deild: 60 dystir, 9 mál, tvær bronsur og eitt gullheiðursmerki er tað vorðið til. Hann fekk tvey sein innhopp í Betrideildini - bæði í heimadystum móti AB - í 2018. Nú skal hartarbeiðandi og kviki miðvallarin, ið eisini kann spæla bakkur, royna seg meira í fremstu røð. 

Áður hevur Skála brøðurnar úr Klaksvík, Niels Paula og Aksel Bjartalíð Danielsen, í hópinum. Danin Ronni-Møller Iversen hevur eisini fyri stuttum longt um sáttmálan við felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder